Annað

U23 EM: Fara eftir heilt góðu úrslitunum á seinasta degnum

Heldur misjavnur annar dagur hjá Bartali Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir og Isak Brisenfeldt í Slovakia. Leygardagin svimja tey á teimum, ið sum heild eru millum teirra sterkastu.

Føroyska toymið til U23 EM (Mynd: svimjing.com)

Føroyska toymið til U23 EM (Mynd: svimjing.com)

2025-06-27 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey trý, sum svimja fyri Føroyar í U23 EM í Slovakia, hava í dag verið í hylinum aftur.

Havnar Svimjifelag boðar okkum frá, at tað gekk heldur misjavnt.

Bartal E. Eidesgaard:

- Vit løgdu út við, at Bartal svam 50 frí. Tað gekk so sum so. Hann svam teinin uppá 00:23.75, har hansara besta tíð er 00:23.59 frá Swim Open Tórshavn stevnuni, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í apríl. Bartal Nr. 45 av 52

Sí eisini: Bartal betraði um føroyska metið í 50 metrar bringu

Elisabeth Erlendsdóttir:

- Síðani svam Elisabeth 100 rygg. Hon kom á mál við tíðini 01:04.87. Hetta er eitt sindur frá bestu tíð, sum er 1:03.78 frá Pro Swim Series í Westmont í vár. Hon er nøgd við tíðina. Nummar 24 av 27.

Isak Brisenfeldt:

- Isak svam síðan 200 firvald. Hann legði væl út fyrstu 50 metrarnar. Hann splittaði á 100m við 58.67, sum er munandi skjótari, enn tá hann svam seg til føroyskt met á Danish Open. Tá splittaði hann 58.98.

Tann seinni 100m var heldur tungur. Hann kom á mál við tíðini 02:04.21. Hann eigur metið á 02:03.85 frá Danish Open í apríl. Tíðin var okay.

Spennandi teinar og kappingar leygardagin

Í morgin svimja tey trý úr Havnar Svimjifelag fyri seinastu ferð í Slovakia: Bartal Eidesgaard í 100 frí og 100 bringu, Elisabeth á 200 metrar rygg og Isak á 100 frí og 200 blandað.

Isak fer eftir føroyska metinum í 200 metrum blandað. Hjá Elisabeth og Bartal eru hetta millum allarsterkastu greinarnar, so vónirnar eru góðar í føroysku leguni.

Tey trý svimja innleiðandi kappingarnar fyrrapartin í morgin.

Stroyming fyri eitt gjald er HER

Til ber at síggja meira um kappingina á europeanaquatics.org

Á fyrsta degnum betraði Bartal Eidesgaard um metið í 50 metra bringu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder