Uefa arbeiðir í løtuni við eini nýggjari skipan fyri Europa League kappingini. Europa League er fótbóltskappingin fyri tey liðini, sum ikki eru við í Champions League.
Fyribils er arbeiðsheitið fyri nýggju fótbóltskappingina ’Europa League 2’, skrivar BBC.
Leisturin er, at í árunum 2021 til 2024 verður Europa League skorin niður í helvt til 32 lið við einum eyka play-off umfari áðrenn funnið verður fram til tey seinastu 16 liðini.
Nýggja kappingin skal spælast hósdagar, samstundis sum Europa League.
Meistararnir í limalondunum hjá Uefa koma framvegis at spæla seg í Champions League, sum ikki verður broytt.
Tað nýggja er, at tað einans eru tey 15 sterkastu londini í Evropa, sum fáa lið við í Europa League bólkaspælið.
Tað merkir, at londini, sum liggja harundir – og sostatt eisini føroysku feløguni – koma í eina undankapping til hesa nýggju UEL2-kappingina, skrivar BBC.
Nýggja kappingin fær sama leist sum Europa League nú – átta bólkar við fýra liðum, har vinnararnir spæla seg í áttandapartsfinalurnar, meðan tveyararnir skulu spæla eitt play-off-umfar saman við feløgunum, sum enda á triðja plássi í kappingini omanfyri.
Vinnarin av nýggju kappingini vinnur sær luttøku í Europa League árið eftir. Champions League verður ikki broytt í hesum sambandi, skrivar BBC.
Uefa-forsetin, Aleksander Ceferin sigur í hesum sambandi, at við nýggju kappingini fáa fleiri feløg og lond høvi at vera við í bólkaspælinum. Talan er um ein leist, sum Uefa hevur funnið fram til í samstarvi við European Club Association, sum er sambandið fyri fótbóltsfeløg í Evropa.
Minst 34 lond fáa við nýggja leistinum tryggjað feløg í bólkaspæli afturímóti 26 í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald