Grønlendski skíðskjúttin Ukaleq Slettemark fekk aftur fult hús á olympisku skíðskjótibreytini í dag. Men ferðin á 7,5 kilometra langa skíðsporinum var ikki nóg skjót til, at hon megnaði at koma við í sokallaða jaktstartin sunnudagin.
Men tað var ein ovurfegin og errin grønlendsk kvinna, sum kom á mál. Hon megnaði enn einaferð at raka øll tíggju skotini plett, eins og hon gjørdi á dupulta teininum fyrr í vikuni.
Fyri at sleppa við til jaktstartin skuldi hon gerast millum 60 tær skjótastu, men hon gjørdist nummar 65 og er sostatt liðug í olympisku kappingini á hesum sinni. Har vantaðu 22 sekund í at náa topp-60.
- Eg eri meganøgd. Eg skjeyt perfekt aftur í dag, og eg kendi meg eisini betri úti í sporunum enn hin dagin. Spell, at eg ikki kláraði jagtstartin, men eg kundi ikki gera nakað øðrvísi í dag, segði Slettemark við TV2 eftir kappingina.
Hon megnaði sostatt at raka plett í øllum 30 skotunum til OL, 15 standandi og 15 liggjandi. Tað vóru tað nógvar stórar skíðstjørnur, sum ynsktu henni tillukku við eftir kappingina.
Tí fleiri teirra megnaðu ikki at gera tað. Hinvegin vóru tær nógv skjótari á skíðunum millum skjótingarnar.
Ukalq Slettemark brúkti 23 minuttir og 54,6 sekund í dag, tað var meira enn tríggjar minuttir meira enn norska Marte Røiseland, sum vann gull.
Hon hevur tíðina fyri sær, er bert 20 ára gomul, og hevur lovað, at um fýra ár og eisini um átta ár, skulu úrslitini nokk verða betri..
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald