Fótbóltur

Umhvørvisvinarligt graslíki á sparkivøll í Leirvík

Fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, og Birgir Andreasen, stjóri í Idé Møblum (Eysturkommuna.fo)

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, og Birgir Andreasen, stjóri í Idé Møblum (Eysturkommuna.fo)

2020-07-16 23:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sparkivøllurin í Leirvík hevur fingið nýtt umhvørvisvinarligt graslíki, og er hetta fyrsti vøllur av sínum slag í Føroyum, skrivae Eystur kommuna á heimasíðuni.

Ístaðin fyri gummi-granulat, er sokallað kork-granulat í nýggja vøllinum. Kork er úr træbarki og er sostatt meira umhvørvisvinarligt.

Umframt at sandur er í botninum á graslíkinum, er ein mátta undir graslíkinum. Máttan ger, at vøllurin kennist bleytari.

Graslíkið er frá Idé Møblum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder