
Klokkan 10 vórðu atgongumerkini til Føroyar - Litava sett til sølu. Talan er um fyrra HM play-off dystin og fyrsta heimadystin hjá kvinnulandsliðnum við Tjarnir.
Sølan gongur heilt væl. Tá hugt varð inn á fyri lítlari løtu síðani sást, at øll sitiplássini á langsíðuni eru seld. Hetta hevur ikki tikið nógv meira enn ein tíma.
Hondbóltssamabandið upplýsir, at umleið 2.000 atgongumerki eru seld síðstu smáu tveir tímarnar.
Harvið bendir nógv á, at tað verður útselt til søguliga og umráðandi dystin skjótt. Umleið 2.500 atgongumerki vóru tøk at keypa frá byrjan.
Atgongumerk kunnu keypast á atgongumerki.fo
Sí eisini: Marita Mortensen: - Nú gleða vit okkum at merkja stuðulin her í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald