Fótbóltur

Umstríddi umdysturin verður í kvøld - uttan áskoðarar

Neistin tekur ímóti VÍF - beint yvir tveir mánaðir og tríggjar viðgerðir eftir nógv umtalaða dystin har útiliðið skoraði eitt mál fleiri, men har tað framvegis er óvist, hvør skal fáa stigini. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 20.

VÍF skal aftur spæla móti Neistanum í Høllini á Hálsi í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF skal aftur spæla móti Neistanum í Høllini á Hálsi í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-16 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst varð úrslitið av dystinum, javnleikur 35-35, kært til Aganevndina hjá HSF. Har var niðurstøðan tann, at VÍF kundi fáa umdyst, um felagið ynskti tað.

Síðani varð málið kært víðari til dómsnevndina undir hondbóltssambandinum, sum kom til tann úrskurð at dysturin skuldi spælast umaftur. Henda avgerð varð kærd til ítróttadómstólin undir ÍSF, sum í vikuskiftinum staðfest avgerðina hjá dómsnevndini.

Les eisini: Neistin og VÍF skulu spæla dystin umaftur

VÍF skoraði 35 mál í dystinum í Høllini á Hálsi 11. oktober. Neistin skoraði 34, men eitt skot sum fór omanfyri hjá vestmenningum varð talt við. Sjónbandsmyndir hava síðani víst hetta: At eitt av málunum hjá Neistanum ið varð skrásett á dómaraseðlanum, ongantíð varð skorað.

Í kvøld skulu vestmenningar til Havnar at royna at fáa fatur á teimum tveimum stigunum, ið teir ikki fingu fyri stríðið í oktober. Neistin hevur møguleikan at fáa tvey stig burturúr einum dysti, ið liðið í roynd og veru hevur tapt einaferð. Úrslitið 35-35 hevur tó staðið við eftir tríggjar viðgerðir, og tískil verður alt avgjørt á vøllinum, sum verður mett at verða tað mest rættvísa.

[object Object]
Ført hevur verið framm, at Neistin eisini hevði ein vansa av støðuni, tí spælt varð eftir fyritreytini at "huldumálið" taldi við (Mynd: Sverri Egholm)

Dysturin í Høllini á Hálsi hevur tí okkurt eyka yvir sær. Tað verður ikki møguleiki at síggja hann í høllini orsakað av koronatilmælunum, men dysturin kann síggjast á nýggja stroymingarpallinum hjá HSF. Hondbóltssambandið hevur í dag váttað, at tað skal spælast uttan áskoðarar fram til 3. januar.

VÍF er á 2. plássi í Burn-deildini við 18 stigum. Neistin hevur eitt stig færri og hevur leikt ein dyst fleiri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder