Ovasti kærumyndugleiki innan føroyskan ítrótt hevur nú avgjørt, at hondbóltsdysturin millum bestu mansliðini hjá Neistanum og Vestmanna Ítróttafelag – dysturin við sonevnda ‘huldumálinum’ – skal spælast av nýggjum.
Ítróttadómstólurin hjá Ítróttasambandi Føroya gjørdi í gjár úrskurð í kæruni frá hondbólstfeløgunum Neistanum og VÍF um úrskurðin hjá dómsnevndini hjá Hondbóltsambandi Føroya viðvíkjandi .
Ítróttadómstólurin staðfesti avgerðina hjá dómsnevndini.
Nógv umrøddi dysturin varp spældur 11. oktober, og her hendi tað, at Neistin av órøttum fekk eitt mál og nógv tillutað. Dysturin endaði við javnleiki.
VÍF kærdi úrslitið av dystinum við kravi um at VÍF fekk tillutað sigurin í dystinum. Aganevndin hjá HSF kom til ta niðurstøðu, at VÍF kundi fáa umdyst, um felagið ynskir tað.
VÍF kærdi síðan málið víðari til dómsnevndina undir hondbóltssambandinum, sum kom til tann úrskurð at dysturin skuldi spælast umaftur. Henda avgerð varð kærd til ítróttadómstólin undir ÍSF, sum hevur staðfest avgerðina hjá dómsnevndini.
Úrðskurðurin hjá Ítróttadómstólinum kann lesast her
Í Ítróttadómstólinum sita Anna Rein, Magnus Dam og Jóhan J. Lamhauge, øll útbúnir løgfrøðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald