Kappróður

Undan HM-finalunum í Fuglafirði: - Føroyingar eru frammarlaga í inniróðri

- Vit eru eksplosiv, sterk á teimum styttru teininum og hava nógv ung, sum standa seg ógvuliga væl. Tað staðfestir Vár Guriardóttir Hansen, sum sjálv fer eftir nýggjum heimsmeti og heiðursmerkjum í dag.

- Tey yngru standa seg øðilga væl. Tað sær man ofta hjá føroyingum - at tey eru frammanfyri flestu javnaldarnar í hinum londum. Aftur; tí vit venja so nógv á maskinuni. So eg trúgvi uppá nøkur góð úrslit og persónlig met eisini, sigur rógvarin og næstforkvinnan í RSF (Mynd: Sverri Egholm)

- Tey yngru standa seg øðilga væl. Tað sær man ofta hjá føroyingum - at tey eru frammanfyri flestu javnaldarnar í hinum londum. Aftur; tí vit venja so nógv á maskinuni. So eg trúgvi uppá nøkur góð úrslit og persónlig met eisini, sigur rógvarin og næstforkvinnan í RSF (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-28 07:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í mun til vanligt rógva vit í Føroyum, heldur enn at møta fysiskt upp, tað vóru undankappingar síðsta vikuskifti, har ikki øll kring heimin rógva samstundis. Tað er eitt sindur rotið, at vit ikki skulu avstað at kappast, men vit royna at skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri landsliðsrógvarunum her.

Hetta sigur Vár Guriardóttir Hansen, sum sjálv er ein av landsliðsrógvarunum, umframt næstforkvinna í Róðrarssambandi Føroya.

Sterka havnarkvinnan vitjaði útvarpsstovuna hjá FM1 hósdagin, har hon greiddi frá, hvussu HM í inniróðri er skipað í ár. - Tíverri helt man eftir royndirnar undir korona, at tað var eitt gott hugskot, at hava tað talgilt. Nú eru tríggir teinar, heldur enn tveir, og innleðandi kappingar.

Vár G. Hansen staðfesti, at tað ikki lætt at koma í topp-6, tað vil siga finalurnar, tá tað eru so nógvir rógvarar. Men føroyingar hava góðar fyritreytir til stóru kappingarnar í inniróðri. 

- Vit eru eksplosiv. Føroyingar standa seg væl og sum oftast betri á teimum styttru teininum. Tað kemur nokk eisini frá kappróðrunum, og føroyingar eru øðiliga langt frammi á maskinunum. Vit hava ikki "scullarar" og slíkt, sum tey hava i øðrum londum. Tí spesialiera vit okkum í inniróðri og fokusera uppá tað; tað eru onnur ting, man serliga skal vera góður til, enn tá róð verður longur.

Er mín teinur - fer eftir enn einum heimsmeti

Vár Guriardóttir Hansen er sjálv í heimselituni innan inniróður. Hon hevði eitt frálíkt 2025: Við millum øðrum HM-heiti, heimsmeti og sigrum í stórum kappingum í Fraklandi og Stóra Bretlanid. Árið var so mikið gott, at Vár G. Hansen var í uppskoti til stóra heiðurin "Ársins ÍtróttaNAVN 2025".

25-ára gamli rógvarin hevur gjørt nógv við styrkivenjing og eisini staðið seg væl í kappingum har.- Saman við amboðsfimleikinum hevur tað givið mær góða grund og nógvan eksplosivietet. 

Ein av hennara trimum finalum í dag er kappingin, sum snýr seg um at rógva ein minutt. Tað vil siga, at tað ikki eftir einum avráddum metratali, men heldu at rógva i júst ein minutt.

- Nú elski eg sprintir, so ein minutt er...eg havi heimsmet í ein minutt, so tað er mín teinur, staðfestir Vár Guriardóttir Hansen við einum lítlum flenni.

[object Object]

[object Object]
Gull og met í bæði styrkiítrótti og kappróðri 

Men hvørjar vónir hevur Vár til finalurnar:

- Eg hopi at fáa eitt heimsmet og eina gullmedalju - í kappingini sum er ein minutt. Á 1.000 metrum verið eg nøgdvið eitt heiðursmerki.

Yvirlit: Føroyingar rógva í nóggju HM-finalum leygardagin

Sum heild trýr Vár Guriardóttir Hansen uppá fleiri heiðursmerkir til føroysku rógvararnar, sum í dag skulu royna seg á maskinunum í fimleikahøllini í Fuglafjarðar skúla.

- Tey yngru standa seg øðilga væl. Tað sær man ofta hjá føroyingum - at tey eru frammanfyri flestu javnaldarnar í hinum londum. Aftur; tí vit venja so nógv á maskinuni. So eg trúgvi uppá nøkur góð úrslit og persónlig met eisini.

Hoyr alla samrøðuna við Vár Guriardóttir Hansen her

Sarita Kristina Hansen leggur fyri klokkan 14.18. Samanlagt vera níggju finalur við føroyskari luttøku í dag. Meira úr Fuglafirði seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder