Kappróður

Yvirlit: Føroyingar rógva í níggju HM-finalum leygardagin

Róð verður í skúlanum í Fuglafirði - yvir alnótina. Sarita K. Hansen leggur fyri stutt eftir klokkan 14, og Pauli Joensen endar klokkan 21.15. Samanlagt eru sjey føroyski rógvarar..

Sarita Kristina Hansen, sum eisini hevur verið landsliðsvenjari, leggur fyri í morgin. Miðvágskvinnan hevur tvær finalur á skránni (Mynd: RSF)

Sarita Kristina Hansen, sum eisini hevur verið landsliðsvenjari, leggur fyri í morgin. Miðvágskvinnan hevur tvær finalur á skránni (Mynd: RSF)

2026-02-27 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hilnaðist væl hjá føroysku rógvarunum til innleiðandi kappingina á Kambsdali í síðstu viku, har onkrar finalur eisini vóru á skránni.

Blaðunga Kristvør Clementsen róði seg til HM-gull á 5.000 metrum, og Jóhanna av Steinum róði seg til silvur.

Tær báðar hava hvør sína HM-finalu í Fuglafirði í morgin. Róð verður "talgilt".

Fimm aðrir føroyingar kappast, og samanlagt eru tíggju finalu við føroysikari luttøku: Tey hjá RSF skulu aftur royna at prógva seg á heimspallinum.

- Føroyingar eru væl fyri og serliga sterkir á strytri teinunum, staðfesti Vár G. Hansen fyri FM1 hósdagin.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir klokkutíðir, grein og aldursbólk

14.18: Sarita K. Hansen (1 minutt) - 23-39 ár, lættvekt

14.47: Vár í Húsinum (1 minutt) - U17 

14.53:
Vár Guriardóttir Hansen (1 minutt) - 23-39 ár
Jóhanna av Steinum (1 minutt) - 45-49 ár

16.16: Sarita K. Hansen (5.000 metrar)

17.38: Símun Heinesen  (5.000 metrar)

19.22: Vár Guriardóttir Hansen og Lioc Schelbatter, Sveis (mixed relay) - stafett blandað

20.47: Kristvør K. Clementsen U17

Sí eisini: Kristvør Clementsen fyrsti føroyski heimsmeistarin í ár

20.59: Vár Guriardóttir Hansen  (1.000 metrar) 23-39 ár

21.15: Pauli Joensen (1000 metrar), 17-18 ár

Hoyr samrøðu við Vár Guriardóttir Hansen: - Màlið er heiðursmerki og heimsmet

Róðrarsamband Føroya fer at stroyma kappingina. Portalurin hevur myndir og yvirlit í annaðkvøld.

Meira sæst á innirodur.rsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder