Fótbóltur

Ungdómurin fær orðið í Fótbóltsblaðnum

Fótbóltsblaðið 2022 er útkomið, og fæst ókeypis á øllum Effo støðunum kring landið. Í blaðnum hesaferð eru tað serliga tey ungu, ið hava fingið orðið.

2022-03-04 09:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Níggjunda árið á rað verður Fótbóltsblaðið útgivið. Blaðið, sum hesaferð telur 92 síður, fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið. Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið er útgevari.

Í Fótbóltsblaðnum eru samrøður við spælarar – í ár eru tað serliga tey ungu, ið eru sloppin framat – umboðandi øll liðini í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum, umframt at ljós verður varpað á øll hini liðini, hvørt fremsta lið er at finna í 1., 2. ella 3. deild.

Harafturat verður kikarin eisini settur á A-landsliðsvenjararnar hjá kvinnum og monnum, umgdómslandsliðini og dómararnar, ið alt er ein stórur og týdningarmikil partur av føroyskum fótbólti.

Aftast í Fótbóltsblaðnum 2022 er ein sera áhugaverd klumma, sum Brynhild Thomsen hevur skrivað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder