Fótbóltur

Ungt stjørnuskot leingir við barndómsfelagið

Jørgen Nielsen hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við NSÍ.

Jørgen Nielsen og Dánial Hansen, formaður í NSÍ (Mynd: Nsi.fo)

Jørgen Nielsen og Dánial Hansen, formaður í NSÍ (Mynd: Nsi.fo)

2021-08-26 19:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jørgen Nielsen sigur helst teimum flestu ikki tað heilt villa í fótbóltshøpi. Men í NSÍ trúgva tey uppá unga stjørnuskotið, sum næstu tvey árini er bundin at NSÍ.

Ungi áleyparin í Runavík, Jørgen Nielsen, hevur longt við barndómsfelagið. Hann spældi sínar fyrstu minuttir á Betri deildarliðnum í fjør, og hevur í ár spælt seg meira inn á liðið.

- Hóast sín unga aldur hevur Jørgen longu víst síni evnir, og er hann stórt talent í felagnum. Vit eru øll sera fegin um, at Jørgen hevur longt sáttmálan, og ynskja vit honum hjartaliga tillukku og góða eydnu, skrivar NSÍ á heimasíðuni.

NSÍ hevur 32 stig eftir 20 dystir, og skal fáa nøkur mál og stig á kontuna næstu umførini, um tað skal eydnast teimum at vinna pláss í evropa.

Runavíkingar hava í annaðkvøld klokkan 18 truplan dyst í Klaksvík ímóti oddaliðnum KÍ.

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 53 stig (19 dystir)
2. Víkingur 43 stig (19 dystir)
3. B36 34 stig (19 dystir)
4. HB 33 stig (17 dystir)
5. NSÍ 32 stig (20 dystir)
6. 07 Vestur 20 stig (19 dystir)
7. B68 18 stig (19 dystir)
8. EB/Streymur 15 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (18 dystir)
10. TB 2 stig (17 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder