Fyrru áttandapartsfinalurnar í Champions League 2021/2022 eru nú av. Tvær teir seinastu av teimum vóru í gjárkvøldið.
Í Madrid var heimaliðið omaná í fyrra hálvleiki - serliga í mun til at vera vandamikið - og longu í 7. minutti legði Joao Felix Atletico á odda. Talan var um frálíkan flúgvandi stútara eftir gott innlegg úr vinstru frá Renan Lodi.
Tað sá leingi út til, at 1-0 fór at vera endaliga úrslitið. Nú útivallarmál ikki longur telja meira, so var tað ikki so heilt galið fyri Manchester United, men tað er eingin ivi um, at 1-1 málið tíggju minuttir fyri tíð munar væl undan seinna dystinum. Bruno Fernandes fann Anthony Elanga, ið var komin á vøllin fimm minuttir frammundan. 19-ára gamli sviin rann væl í høgru síðu, og sendi bóltin róliga framvið Jan Oblak. Alt er opið undan dystinum á Old Trafford.
Elanga skorar her sítt fyrsta mál í Champions League nakrantíð
Í Lissabon fingu liðini tvey mál hvør. Í 18. minutti legði Dusan Tadic Ajax á odda, átta minuttir seinni var 1-1, men longu áðrenn hálvur tími var leiktur skoraði Sebastian Haller til 2-1. Hetta var mál nummar ellivu hjá áleyparanum úr Fílabondsstrondini í Champions League-dysti nummar sjey - Haller hevði gjørt sjálvmálið beint frammaundan, men tað telur ikki við í hagtølunum. Tað gjørdi málið hjá Roman Yaremchuk í 73. minutti. Áleyparin úr Ukraina tryggjaði Benfica ein javnleik, og sendi í málfagnaðinum eini boð til Russland og Ukraina. 2-2 úrslitið ger, at Ajax er favorittur undan seinna dystinum.
Yaremchuk vísur sín stuðul til ukreinska herin
Champions League áttandapartsfinalur
Í gjár - Mikudagin 23.03
Benfica - Ajax 2-2 (1-2)
Atletico Madrid - Manchester United 1-1 (1-0)
Týsdagin 22.02
Chelsea - Lille 2-0 (1-0)
Villareal - Juventus 1-1 (0-1)
Í síðstu viku
PSG - Real Madrid 1-0 (0-0)
Sporting Clube de Portugal - Manchester City 0-5 (0-4)
Inter Milan - Liverpool 0-2 (0-0)
Salzburg - Bayern München 1-1 (1-0)
Byrjað verður við seinnu hálvfinalunum 8. mars
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald