Í gjárkvøldið boðaði ÍF frá, at toppskjuttin í Betrideildini heldur fram í Fuglafirði til og við 2022.
ÍF hevur seinastu dagaranr eisini fingið sáttmálar í hús við tveir av leikarunum, ið felagið sjálvt hevur uppalt - báðir er av Kambsdali.
Áðrenn vikuskifti skrivaði ÍF soleiðis, eftir at nýggi sáttmálin við 10'aran var komin uppá pláss:
Bólttryggi miðvallarin er fjórði leikarin í røðini, sum innan stutta tíð hevur longt um sáttmálan við okkum.
Ari, sum nú er 27-ára gamal, hevur størsta partin av fótbóltskarrieruni spælt við okkum. Tilsamans hevur Ari spælt 217 dystir fyri okkara besta lið. Hann hevur skorað 29 mál og havt næstseinasta fótin á 41 málum.
Ari Ellingsgaard hevur spælt í øllum 12 dystunum hjá ÍF í Betrideildini í ár. Hann hevur áður eisini umboðað NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Tá ÍF 17. juni vann 2-1 í Sarpugerði, sleit royndi og stinni serbiski málverjin, Milos Budakovic, krossbandið í eina knænum. Harvið spælir hann ikki í ár. ÍF hevur tó ikki valt at farið út og roynt at fingið fatur á einum royndum málverja, men heldur satsað uppá 21-ára gamla Jákup Nolsøe Olsen, ið ikki hevur verið málverji.
Áður hevur fyri tað mesta spælt sum verjuleikari, men seinastu tíðina hevur Jákup vart málið hjá okkum og hevur fleiri ferðir víst seg væl fram.
Eins og Ari, hevur Jákup skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárini 2021 og 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald