Fótbóltur

United basti Barcelona

Brasiliumenninir hjá heimaliðnum skoraðu málini, ið vendu dystinum í seinna hálvleiki. Aðrastaðni í kappingini var drama.

Fred og Antony skoraðu málini í seinna hálvleiki (Mynd: EPA)

Fred og Antony skoraðu málini í seinna hálvleiki (Mynd: EPA)

2023-02-24 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, hvørji sekstan lið skulu spæla í áttandapartsfinalunum í Europa League. Átta lið spældu seg víðari í gjárkvøldið, og átta bólkavinnarar, ið sótu yvir hetta umfarið, vera eisini í bollanum í Nyon, tá lutakast verður um eina løtu.

Størsti dysturin í júst farna umfari var tann millum Manchester United og Barcelona. Dystargongdin á Old Trafford í gjár líktist tí á Camp Nou í síðstu viku: Barcelona legði seg á odda, men United javnaði fyri síðani at leggja seg á odda 2-1. Munurin var, at hesuferð megnaði Barcelona ikki at svara aftur.

Tað var eftir brotsspark, sum Robert Lewandowski umsetti til mál, at Barcelona legði seg á odda í einum fyrra hálvleiki, har katalanska stórfelagið var betri. Heimaliðið skapti lítið, men í seinna hálvleiki hevði United av álvara yvirtakið, og næstan beint eftir stegðin javnaði miðvallarin Fred við sínum høgra beini. Í 73. minutti setti innskifti og lívligi Antony vinstra beinið á, staddur við brotsteigarmarkið, og so var 2-1.

Talan er um ein ógvuliga týðandi sigur fyri liðið hjá Erik ten Hag, ið aftur prógvar seg. Hetta var fyrsti ósigur hjá oddaliðnum í La Liga síðani 26. oktober, tá Bayern München vann 3-0 á Camp Nou-dysti. Hetta er aðru ferð í ár, at Barcelona er sligið út av evropeiskari kapping.

Tvær brotssparkskappingar, danskt vónbrot og italsk stórfeløg sigraði
FC Midtjylland hevði spælt seg í eina góða støðu við 1-1 javnleikinum í Lissabon, men í gjár var einki at gera í Herning: Heimaliðið fekk eina útvísing tíggju minuttir fyri steðgin, og Sporting vann 0-4.

Juventus og Roma fingu ikki góð úrslit í fyrr dystunum, men settu tingini uppá pláss í gjár.

Sevilla, ið hevur vunnið kappingina seks ferðir, kom í trupulleikar seinastu løtuna í Eindhoven, men helt tó samlaðu leiðsluna. Hitt niðurlendska liðið, Ajax, fór eisini út: Union Berlin kappast í oddinum í Bundesliguni og vann greitt samanlagt á Ajax.

Monaco og Leverkusen spældu aftur ein dramatiskan dyst, og neyðugt var við brotsspørkum fyri at skilja partarnar. Har vóru teir á týska liðnum tryggari. Í Fraklandi endaði tað eisini við brotsspørkum. Shakhtar fekk javnað í 119. minutti og vann síðani eftir brotssparkskapping.

FC Midtjylland - Sporting 0-4 (1-5 samanlagt)
Monaco - Leverkusen 2-3 (5-5 samanlagt - 8-10 eftir brotsspørk)
Nantes - Juventus 0-3 (1-4 samanlagt)
PSV - Sevilla 2-0 (2-3 samanlagt)
AS Roma - RB Salzburg 2-0 (2-1 samanlagt)
Manchester United - FC Barcelona 2-1 (4-3 samanlagt)
Rennes - Shakhtar 2-1 eftir longda leiktíð (3-3 samanlagt - 7-8 samanlagt)
Union Berlin - Ajax 3-1 (4-1 samanlagt)

Lutakastið til áttandapartsfinalurnar verður í Nyon klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder