Fótbóltur

United sló Chelsea út á Stamford Bridge

Við tveimum góðum málum í 1. hálvleiki vann United annað umfarið á rað í London, og løndi Chelsea finaluósigurin í fjør aftur.

United-leikarar fegnast eftir 2-0 málið hjá Pogba, ið er glóðheitur í løtuni

United-leikarar fegnast eftir 2-0 málið hjá Pogba, ið er glóðheitur í løtuni

2019-02-18 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta áttandapartsfinalan í FA Cup varð leikt á Stamford Bridge. Tvey lið ið stríðast um 4. plássið í Premuer League, skuldu í kvøld stríðast um seinasta plássið í fjórðingsfinaluni. 

Seinast liðini hittust í kappingini var í finaluni í fjør, og tá vann Chelsea 1-0 við málið frá Eden Hazard. Í kvøld varð belgiski bóltsnillingurin hildin niðri av vælskipaða United-liðnum. Solskjær hevði ikki Anthony Martial og Jesse Lingard tøkar. Dugnaligu kantspælararnir vóru skaddir. Hyggjuráðini vóru at byrjað við Mata og Lukaku ístaðin, spæla við diamanti á miðjuni, har Mata var fremstur, og við tveimum áleyparum í Rashford og Lukaku ið høvdu eitt breitt útgangspunkt

Bæði liðini vóru í sterkastu uppstilling møguligt - tó stóð Sergio Romero í málinum hjá United ístaðin fyri David De Gea. Dysturin fekk eina lívliga byrjan. Bæði liðini løgdu nógv fyri, og tað sást, hvussu nógv tey vildu vinna dystin. Tað leikaði javnt á, og bæði Chelsea og United høvdu góðar møguleikar at leggja seg á odda. Tað eydnaðist hjá útiliðnum eftir hálvan tíma, eftir eitt frálíkt álop, sum endaði við at Herrera stútaði gott innlegg frá Pogba í málið. Beint fyri steðgin var tað Pogba, sum við høvdinum økti. Hetta var eftir gott innlegg frá Rashford úr høgru.

Heimaliðið megnaði ongantíð ordliga at rysta hetta av sær. Chelsea royndi í 2.hálvleiki, men tað gjørdist ongantíð heilt spennandi. United hevði gott tamarhald á støðuni og vann uppiborið. Týskvøldið tapti Manchester United á fyrsta sinni, síðani Ole Gunnar Solskjær og Mike Phelan komu til, men liðið reistist aftur í kvøld. Manchester United hevur nú vunnið á Tottenham, Arsenal og Chelsea í London í 2019, og liðið er til reiðar til fjórðingsfinaluna. Lutakastið til tað verður hvørja løtu. Ringa gongdin hjá Chelsea og Sarri heldur fram. Sunnudagin skal liðið spæla finalu í Carabao Cup. Hon er ímóti City, ið Chelsea tapti 6-0 fyri seinasta sunnudag. 

FA Cup 5. umfar

Chelsea - Manchester United 0-2 (0-2)
0-1 31.min Ander Herrera 

0-2 45. min Paul Pogba

Úrslitini í hinum 1/8-finalunum í vikuskiftinum:

Fríggjakvøldið: 

QPR - Watford 0-1 (0-1)

Leygardagin: 
Brighton - Derby 2-1 (2-0) 
Wimbledon - Millwall 0-1 (0-1)
Newport - Manchester City 1-4 (0-0)

Sunnudagin: 
Bristol City - Wolves 0-1 (0-1)
Doncaster - Crystal Palace 0-2 (0-2)
Swansea - Brentford 4-1 (0-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder