Seinasti dystur í 35. umfarið í Premier League var mánakvøldið, tá Southampton vitjaði á Old Trafford. Manchester United kundi við sigri fara frá fimta plássi upp á triðja pláss, eftir at bæði Chelsea og Leicester taptu í vikuskiftinum.
Tað var nógv ferð á dystinum frá byrjan av, har bæði liðini vildu leypa á. Tað var Southampton sum fekk fyrsta málið í dystinum longu eftir tólv minuttir, tá Stuart Armstrong skoraði, eftir at Paul Pogba hevði mist bóltin stutt uttanfyri brotsteigin. Leiðslan hjá gestinum helt bara í átta minuttir, tá Marcus Rashford skoraði til 1-1, og bert tríggjar minuttir seinni legði Anthony Martial United á odda 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Minni ferð var á dystinum í seinna hálvleiki, ið sum heild var javnur. Southampton fekk lagt United undir trýst síðstu løtuna, tó sá tað út til at United fór at fara avstað við øllum trimum stignum, men tá seks minuttir vóru farnir av tíðini dómarin hevði lagt afturat javnaði Michael Obafemi til 2-2.
Úrsliti ger at United framvegis liggur á fimta plássi, har teir nú eru javnir í stigum við Leicester á fjórða plássi , og hava eitt stig upp til Chelsea á triðja plássi.
36. umfar í Premier League byrjar longu í kvøld, har Chelsea tekur ímóti Norwich.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald