Eftir fyrsta stigamissin undir Ole Gunnar Solskjær ímóti Burnley týskvøldið, var umráðandi hjá Manchester United at fáa fult aftur í Premier League, tá liðið var á vitjan hjá Leicester í dag.
Útiliðið legði eisini sera væl út. Í 9. minutti misti Leicester bóltin í uppspælinum, og tað revsaði United skjótt; Pogba fann Rashford við frálíkari alvering, og við góðari temjing og avslutning legði áleyparin United á odda. Hetta var hansara dystur nummar 100 sum United-leikari.
Byrjanin av dystinum var lívlig, men restina av hálvleikinum komu mest vandamiklu støðurnar, tá Leicester hevði hornaspørk. Heimaliðið byrjaði væl í 2. hálvleiki og hevði onkar góðar støður til at javna, men tað eydnaðist ikki. United spældi ikki frálíkan fótbólt í dag, men talan var um ein arbeiðssigur.
Liðið hjá Solskjær er nú frammanfyri Arsenal, sum um eina løtu skal royna seg ímóti City.
Leicester - Manchester United 0-1 (0-1)
0-1 9.min: Marcus Rashford
17.30: Manchester City - Arsenal (6'eren)
Stigatalvan sær soleiðis út í løtuni:
1 |
Liverpool * |
|
61 stig |
2 |
Tottenham Hotspur |
|
57 stig |
3 |
Manchester City * |
|
56 stig |
4 |
Chelsea |
|
50 stig |
5 |
Manchester United |
|
48 stig |
6 |
Arsenal * |
|
47 stig |
7 |
Wolverhampton Wanderers |
|
38 stig |
8 |
Watford |
|
34 stig |
9 |
Everton |
|
33 stig |
10 |
AFC Bournemouth |
|
33 stig |
11 |
Leicester City |
|
32 stig |
12 |
West Ham United * |
|
31 stig |
13 |
Brighton & Hove Albion |
|
27 stig |
14 |
Crystal Palace |
|
27 stig |
15 |
Newcastle |
|
24 stig |
16 |
Southampton |
|
24 stig |
17 |
Burnley |
|
24 stig |
18 |
Cardiff City |
|
22 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
11 stig |
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald