Fótbóltur

United vendi øllum á høvdið í Torino

Flott comeback av United eftir Ronaldo-mál og Juvenuts-yvirvág; stórsigrar til City og Real Madrid..

Stórur fagnaður á United-leikarunum í Torino í kvøld
(Mynd: EPA)

Stórur fagnaður á United-leikarunum í Torino í kvøld (Mynd: EPA)

2018-11-07 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll liðini hava nú spælt fýra dystir í Champions League-bólkaspælinum

United gjørdi bart ímóti endanum av dystinum ímóti Juventus. Hóast Juventus var favorittur, kom á odda við einum frálíkum málið frá Ronaldo og var væl omaná í spæli og møguleikum, so stjól United sigurin og kom avstað við trimum stigum. Anthony Martial gekk á odda, innskifti Mata javnaði við beinleiðis frísparki í 86.minutti og beint sum yvirtíðin byrjaði, og tað sá út til at enda við stigdeiling, gjørdi Juventus sjalvmál eftir eitt gott frísparksinnlegg frá Young. 

Hetta var fyrsta tapið hjá Juventus í ár. Trý frálík stig hjá United ið nú er í einari góðari støðu í bólkinum saman við Juventus. Mourinho, ið við sínum innskiftingum var við til at broyta dystin, fegnaðist eftir seinasta bríksl á provekerandi hátt móti áskoðarum og leikarum hjá Juventus.

Real Madrid tykist at vera við at koma fyri seg. Í dag vunnu trýfaldu meistarunum sannførandi 5-0 í Kekkia og eru á veg víðari saman við Roma. 

Manchester City og Pep Guardiola trumla víðari, og settu í dag Shakhtar uppá pláss. Tennisúrslit í Manchester til sera vælleikandi liðið, ið nú er so gott sum víðari. Lyon mist sigurin í evstu løtu móti Hoffenheim, ið var aftanfyri 2-0 í hálvleikinum og fekk reytt kort tíðliga í 2. hálvleiki. Harvið er framvegis spenningur um 2. plássið í bólkinum.

Bayern vann sum væntað, og er so gott sum víðari. Tað sær eisini gott út hjá Ajax eftir ein góðan javnleik í Portugal.  

Bólkur
 E
Bayern 10
Ajax 8
Benfica 4
AEK Athen 0

Bayern - AEK 2-0 (1-0)
Benfica - Ajax 1-1 (1-0)

Bólkur F
Manchester City 9
Lyon 6
Hoffenheim 3
Shakhtar 2

Lyon - Hoffenheim 2-2 (2-0)
Manchester City - Shakhtar 6-0 (2-0)

Bólkur G:
AS Roma 9
Real Madrid 9
CSKA Moskva 4
Viktoria Plzen 1

CSKA Moskva - Roma 1-2 (0-1)
Plzen - Real Madrid 0-5 (0-4)

Bólkur H: 
Juventus 9
Manchester United 7
Valencia 5
Young Boys 1

Valencia - Young Boys 3-1 (2-1)
Juventus - Manchester United 1-2 (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder