Punktum varð sett á 1. umfar í Premier League við tí á pappírinum størsta dystinum ímillum tvey av liðunum, ið kunnu fara at kappast um nøkur av fremstu plássunum. Munurin á máltalvuni varð at enda stórur, men í spæli og øðrum var tað javnt, og á summum økjum var tapandi liðið betri.
Tað var Chelsea, ið legði best út á Old Trafford. Tammy Abraham, sum í fjør skoraði 25 mál fyri Aston Villa, rakti stongina í 3. minutti, og vísti seg at vera til reiðar, hvørjaferð heimaliðið gjørdi mistøk. Hesi vóru nógv av fyrstu løtuna, men ímóti dystargongdini kom United á odda, tá Marcus Rashford slapp avstað, og varð koyrdur umkoll av Kurt Zouma í brotsteignum. 10'arin var tryggur úr ellivu metrum. United var omaná løtuna eftir hetta, men ímóti endnaum av hálvleikinum tók Chelsea yvir, og Emerson rakti stongina.
(Tvørtræðið og Dea Gea forðaðu Chelsea í at skora í 1. hálvleiki)
Liðið hjá Frank Lampard søkti at eftir steðgin, men Solskjær og hansara menn øktu eftir eina umstilling, tá tjúgu minuttir av seinna hálvleiki vóru leiktur; Anthony Martial átti seinasta fótin á. Dysturin varð avgjørdur tveir minuttir seinni. Paul Pogba legði ein góðan bólt uppum verjuna hjá Chelsea, ið stóð høgt og skeivt, og so takkaði kviki Rashford aftur fyri. Innskifti Daniel James fekk seinasta orðið í sínum fyrsta dysti á Old Trafford, eftir enn eitt Pogba-upplegg. Tá sungu United-áskoðarnir, ið vóru larmandi í 2. hálvleiki, "sacked in the morning" niður ímóti Lampard.
(Dreymadebut til walisan, Daniel James)
Nýinnkeypini Aaron Wan-Bissaka og Harry Maguire komu væl frá tí í fyrsta dystinum, og fýra málini eru eitt gott tekin fyri United. Slíkur effektivitetur verður tó helst ikki í hvørjum dysti, og spurningurin er eisini, um Pogba, ið hevur gjørt greitt, at hann ikki ynskir at vera í felagnum meira, verður við leingi afturat.
((Solskjær kundi fegnast um fýra mál og trý stig)
Hjá Chelsea var tað ikki ein góð byrjan hjá Frank Lampard og nýggja liðnum, hóast góðar taktir vóru at síggja. Chelsea hevði bóltin meira og hevði fleiri roynir; eisini uppá mál - United hevði fimm. Besti leikarin hjá liðnum, N'Golo Kante hevur verið skaddur, og kom ikki inn fyrren tað var 3-0, og Willian manglaði eisini.
(Lampard kann irða seg eftir sín fyrsta almenna dyst)
Fyrr í dag vann Arsenal 1-0 ímóti Newcastle, ið gjørdi tað sera trupult á St' James Park. Eitt Aubameyang-mál var munurin. Í Leicester endaði tað málleyst, tá Wolves var á vitjan.
Premier League 1. umfar
11/8:
Leicester - Wolves 0-0
Newcaslte - Arsenal 0-1 (0-0)
Pierre Emerick-Aubamayang 0-1
Manchester United - Chelsea 4-0 (1-0)
Marcus Rashford (br.) 1-0
Anthony Martial 2-0
Marcus Rashford 3-0
Daniel James 4-0
10/9:
West Ham - Manchester City 0-5 (0-1)
Sjálvmál 0-1
Raheem Sterling 0-2
Raheem Sterling 0-3
Sergio Aguero (br.) 0-4
Raheem Sterling 0-5
Bournemouth - Sheffiel United 1-1 (0-0)
Burnley -Southampton 3-0 (0-0)
Crystal Palace - Everton 0-0
Watford - Brighton 0-3 (0-1)
Tottenham - Aston Villa 3-1 (0-1)
John McGinn 0-1
Tanguy Ndombele 1-1
Harry Kane 2-1
Harry Kane 3-1
9/8:
Liverpool - Norwich 4-1 (4-0)
Sjálvmál 1-0
Mohammed Salah 2-0
Virgil Van Dijk 3-0
Divock Origi 4-0
Teemu Pukki 4-1
Fótbóltur
United vísti knúsandi effektivitet
Frank Lampard og Chelsea fara heim til London við 4-0 tapi, men teir í bláum vóru omaná á nøkrum økjum og í summum tíðarbilum.
Marcus Rashford skoraði tvær ferðir ímóti Kepa (Mynd: The Guardian)
2019-08-11 18:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald