Fótbóltur

Upptakt: Risastór uppgáva hjá B36

Besiktas tekur ímóti á stóra Vodafone leikvøllinum í Istanbul í kvøld.

Fyrrverandi Liverpool-leikarin, Ryan Babel, og Lukasz Cieslewicz
(Mynd: Sverri Egholm)

Fyrrverandi Liverpool-leikarin, Ryan Babel, og Lukasz Cieslewicz (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-02 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá eitt lið fær tveir EM-vinnarar tøkar; tveir leikarar ið hava millum annað umboða ávíkavist Barcelona og Real Madrid, tá er vist, at talan er um eitt stórlið. Hjá Besiktas eru Ricardo Quaresma og Pepe úr Portugal aftur í hópinum til seinna dystin í 2. undanumfarið í Europa League. Um teir spæla í kvøld er óvist, men tað sigur nakað sum styrkina hjá mótstøðuliðnum hjá B36.

Fyri viku síðani vóru Quaresma, Pepe og HM-finalisturin úr Kroatia, Domagoj Vida, ikki við á Besiktas-liðnum, sum vann 2-0 í Gundadali. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, og B36 helt turkiska stórfelagnum sera væl burtur í 2.hálvleiki.

Í kvøld fáa Jákup á Borg og hansara menn allarhelst eina stóra uppliving á risastóra Vodafone Park. Har er pláss fyri 41,000 áskoðarum, og sambært bolt.fo verður roknað við millum 30.000-35.000 áskoðarum í kvøld. Hetta er fyrsti heimadystur hjá Besiktas í hesum kappingarárinum, og tað er vanliga sera nógvur larmur á heimavøllinum hjá einum av teimum 16 bestu liðunum í Evropa í fjør. Millum annað noyddist týski landsliðsáleyparin, Timo Werner, at lata seg útskifta í fyrra hálvleiki, tá Besiktas vann 2-0 á RB Leipzig í Champions League-bólkaspælinum í fjør. Hóast oyrapropppar, so gjørdist tað ov mikið fyri Werner, ið hevði tinitus-líknandi symtomir. Í Champions League var tað bara Bayern Munchen, ið megnaði at koppa Besiktas í Istanbul.


Venjing hjá B36 á Vodafone leikvøllinum í gjárkvøldið(Mynd: Bóltfelagið B36)

Um leikararnir hjá B36 fáa trupulleikar av larminum fæst at síggja, men tað verður í øllum førum ein heilt onnur uppliving enn fyri viku síðani. B36 vandi í gjárkvøldið á góða grasundirlagnum á snotiliga leikvøllinum. Tá fingu føroyingarnar eisini roynt sítt umklæðingarrúm, sum sambært umboðum hjá B36 í Istanbul “er størri enn B36-húsið”


Skiftingarrúmið hjá B36(Mynd: Bóltfelagið B36)

Realistiski møguleikin hjá B36 at fáa stig er sera lítil; Besiktas er snøgt sagt risafavorittur, og ein fær pengarnir sera ofta aftur, um B36 fær stig. Í B36-hópinum gleða teir seg til uppgávuna, og teir vilja verða við í dystinum so leingi sum møguligt, og gera alt fyri felagið og føroyskan fótbólt.

Les eisini: Michal Przybylski: Vit umboða allar Føroyar í løtuni

Jákup á Borg hevur miðvallaran Eli F.Nielsen tøkan aftur eftir leikbann. Alex Mellemgard og Hannes Agnarson eru ivasamur. Magnus Holm Jacobsen spælir sín seinasta dyst, áðrenn hann skiftir til Pacos de Ferreira í næstbetu deildini í Portugal.

Dysturin á Vodafone Park byrjar klokkan 19.00 føroyska tíð – tað er klokkan 21.00 lokala tíð.

Besiktas (2) - B36 (0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder