Fótbóltur

Upptakt: Slagið um Havnina og um Løgmanssteypið

Um ein tíma verður ársins steypafinala bríkslað í gongd.

Lagt er upp til ein javnan dyst millum grannarnar á Tórsvølli í kvøld
(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Lagt er upp til ein javnan dyst millum grannarnar á Tórsvølli í kvøld (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2018-08-25 18:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt er upp til satt grannabrak á Tórsvølli í kvøld, har áleið 3500 áskoðarar fara at skapa karmarnar. Veðrið er gott, nógv er uppá spæl, so nógv borgar fyri at talan verður um eitt frálíkt fótbóltskvøld á tjóðarleikvøllinum. Spurningurin er so: Hvør endar við at verða omaná ? HB ella B36

HB er oddalið í Betri-deildini, og hevur havt eitt framúr kappingarár undir leiðsluni hjá Heimiri Guðjónssyni. Íslendingurin og hansara hópur kunnu tryggja HB sítt fyrsta Løgmanssteyp síðani 2004. Teir skulu tó framvið grannunum fyrst.

Jákup á Borg og B36 fara eisini at royna at vinna fyrstu steypakappingina í eina tíð. B36 vann seinast í 2006, og tapti finaluna í fjør fyri NSÍ. Um B36 vinnur í kvøld hevur felagið eisini tryggja sær luttøku í Evropa League, ið liðið annars skal stríðast fyri í Betri-deildini.

Hjá HB eru allir leikarar tøkir, ið hava verið við seinastu tíðina. Hjá B36 er ivamál um hvønn leiklut Róaldur Jacobsen og serliga Lukasz Cieslewicz koma at spæla. Róaldur kemur helst á vøllin í kvøld, meðan tað er meira ivasamt við Luakazi, ið ikki hevur spælt síðani í Istanbul. Gilli Samuelsen hevur fyrr umboðað 07 Vestur í steypakappingini, so hann er ikki tøkur.


Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.45. Kári J á Høvdanum dømir dystin.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder