placeholder
Fótbóltur

Uros: - Hava arbeitt við júst hasum til venjing

Eg var klárur uppá innleggstøður, og tað var serligt og umráðandi at fáa hatta málið, sigur nýggi áleyparin hjá 07 Vestur, ið rósar sínum gamla felagi eftir 1-0 sigurin í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-04 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg væntaði, at ÍF fór at koma við einum so góðum stríðsvilja, nú tað var teirra fyrsti dystur aftur í bestu deildini. Teir gjørdu tað eisini trupult fyri okkum, og tað gekk leingi til vit fingu málið, hóast nógvar góðar málmøguleikar.

Soleiðis sigur ein fegin Uros Stojanov, tá vit fangaðu hann eftir sigurin í Sørvági í dag. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrsta almenna dystinum fyri 07 Vestur avgjørdi Uros dystin við stútara. Serbin stóð á rætta staði eftir gott innlegg úr høgru frá lívliga Jasper van der Heyden. Hetta er nakað, sum vit hava arbeitt við, sigur 33-ára gamli málrevurin. 

Hann skoraði samanlagt 24 mál í eitt og eitt hálvt kappingarár í ÍF, sum Uros upprunaliga kom til í Føroyum. Tað var eisini serligt at skora móti júst ÍF, staðfestir serbin.

Trý umráðandi stig og nú skulu teir arbeiða hart víðari í Sørvági, slær hann fast. Næsta uppgáva er eitt annað gamalt felag hjá Urosi; B36 í Gundadali sunnudagin 12. mars.

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Í dag, leygardagin 04.03

07 Vestur  - ÍF 1-0 (0-0)
84' Uros Stojanov (Jasper van der Heyden) 1-0

Í morgin, Sunnudagin 05.03
15.00: 
Víkingur - B36
HB - B68 
EB/Streymur - AB (Eiði)
KÍ - TB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder