Tá ÍF í vetur gjørdi sáttmála við 31-ára gamli serban Uros Stojanov, var tað sjálvsagt ikki heilt víst, hvat fyri góðsku hann fór at koma við. Uros kom úr Customs United úr næstbestu deildini í Teilandi.
Uros Stojanov byrjaði við at skora tvey mál á Skála í 1. umfari, og í tá Skála í dag vitjaði í Fløtugerði gjørdi hann hattrikk. Stóri áleyparin skoraði tey trý málini, øll í dystinum, seinasta korterið.
Mynd: Sverri Egholm
Uros gjørdist eisini matchvinnari í heimadystunum móti TB í 10. umfari (1-0) og EB/Streymi í 5. umfari (skoraði til 2-1 í 2-1 sigrinum), umframt at serbin skoraði til 2-0 í 2-1 sigrinum í Sarpugerði í 8. umfari. Uros hevur eisini skorað móti tveimum av teimum ovaru liðunum á heimavølli: HB og KÍ. Sterki áleyparin hevur 0,83 mál í miðal - 10 mál í 12 dystum og er ein risastór orsøk til, at ÍF hevur 19 stig, nú ein heilt stuttur steðgður verður í kappingini.
Við málunum í dag kom Uros frammum Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen, ið báðir hava skorað átta mál. Michal Przybylski hevur nú eisini skorað átta mál, og tískil eru tríggir á 2. plássi á toppskjúttalistanum.
Tøl: FaroeSoccer
12. umfar í Betrideildini
Sunnudagin 12. juli
ÍF – Skála 3-0 (0-0)
75’ Uros Stojanov 1-0
77’ Uros Stojanov 2-0
88’ Uros Stojanov 3-0
TB – NSÍ 0-1 (0-1)
4’ Oddur Árnason Højgaard
Víkingur – AB 2-1 (1-0)
24’ Finnur Justinussen 1-0
72’ Finnur Justinussen 2-0
90' Sørin Samuelsen 2-1
B36 – KÍ 6-2 (3-1)
6’ Jákup Biskopstø Andreasen 0-1
23’ Sebastian Pingel 1-1
31’ Michal Przybylski 2-1
35’ Michal Przybylski 3-1
54’ Ole Erik Midtskogen 3-2
58’ Sebastian Pingel 4-2
64’ Alex Mellemgaard 5-2 (br.)
90’ Hannes Agnarsson 6-2
19.00: EB/Streymur - HB
Fylg við á forsíðuni
Støðan:
1. NSÍ (29 stig)
2. B36 (28 stig)
3. HB (28 stig) *
4. KÍ (26 stig)
5. Víkingur (20 stig)
6. ÍF (19 stig)
7. EB/Streymur (7 stig) *
8. TB (6 stig)
9. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald