Betrideildin fór av bakkastokki, tá uppflytararnir úr Fuglafirði vitjaðu í Sørvági. ÍF vísti stóran part av dystinum góðar taktir: serliga við hørðum arbeiði, við at vinna nærdystir og leysar bóltar og við nógvum góðum atgerðum í verjupartinum.
Liðið hjá Aleksandar Jovevic kom eisini til nakrar góðar støður – serliga eftir umstillingar – og størsta kjansin fekk nýggi áleyparin Jhon Mena. Kraftmikli kolumbianarin gav 07 Vestur-verjuni høvuðbrýggj, og lyfti bóltin beint framvið málinum hjá Ari Í Haraldstovu Petersen.
Tað var tó 07 Vestur og ein gamal ÍF-áleypari, sum skoraði einasta málið í dystinum. Heimaliðið hevði spælt seg til nakrar góðar møguleikar – serliga eftir gjøgnumbrot í síðunum – og tað var eftir eitt gott innlegg frá Jasper van der Heyden, úr høgru tætt við baklinjuna, at Uros Stojanov setti pannuna á.
Uros Stojanov var á rætta staðnum við aftaru stong, og so var fagnaður á teimum við aftaru stong (Myndir: Sverri Egholm)
33-ára gamli serbin var annars ikki komin til nógv gjøgnum dystin, og serliga Tóri Nolsøe Olsen hevði hildið honum væl, men ein misskiljing millum hann og navnabróðurin í málinum gjørdi, at vandamikli 9'arin hjá 07 Vestur fekk gjørt tað, sum hann dugir best.
1-0 gjørdist endaliga úrsliti í einum inntensum og erðmiklum dysti, har ÍF vísti seg at geva eitt ávíst virði til deildina, og liðið hjá Micheal Schjønberg vísti avgerandi dygdir.
Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Í dag, leygardagin 04.03
07 Vestur - ÍF 1-0 (0-0)
84' Uros Stojanov (Jasper van der Heyden) 1-0
Í morgin, Sunnudagin 05.03
15.00:
Víkingur - B36
HB - B68
EB/Streymur - AB (Eiði)
KÍ - TB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald