Seinasta lítla mánaðin hevur HM-endaspælið hjá kvinnum verið á skránni í Fraklandi. 24 lond vórðu skorin niður í 16 eftir bólkaspælið, síðani frá átta til fýra og undanfarnu tvey kvøldini eru teir báðir finalistarnir funnir.
Ongland og USA leiktu eina tætta hálvfinalu týskvøldið. Hon endaði við, at mest vinnandi landið í HM-søguni basti liðnum, ið ongantíð hevur rokkið finaluni. Øll málini komu í 1. hálvleiki, og tað var stóri profilurin hjá USA, Alex Morgan, ið skoraði vinnandi málið, tá hálvur tími varð leiktur. Liðið hjá Phil Neville hevði gyltan møguleika at javnað í 84.minutti, men Stephanie Houghton misnýtti brotssparkið. USA kann sunnudagin vinna sítt fjórða HM-heiti.
(Liðskiparin Alex Morgan leggur her USA á sigruskós í hálvfinaluni ímóti Ongalndi - Mynd: EPA)
Tað verður Holland, ið skal forða favorittunum at gera tað. Evropameistararnir vunnu eftir longda leiktíð ímóti Svøríki. Talan var um inntensa uppgerð við fáum málmøguleikum. Sviar raktu tó stólpan í 2. hálvleiki, men tað var miðvallarin Jackie Groonen, ið til dagliga spælir fyri Manchester United, ið sendi Holland í finaluna við góðum skotið í 99. minutti. Hetta er fyrstu ferð, at hollendsku kvinnurnar eru í einari HM-finalu.
(Vónbrot og fagnaður eftir seinasta bríksl - Mynd: EPA)
Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 16.00 í Lyon
HM-hálvfinalur:
USA - Ongland 2-1 (2-1)
Holland - Svøríki 1-0 e.l.l (0-0 eftir vanliga leiktíð)
Fótbóltur
USA og Holland hava spælt seg í finaluna
HM hjá kvinnum verður avgjørt sunnudagin í Lyon.
Hollendsku kvinnurnar høvdu alla orsøk til at fegnast í Lyon í gjárkvøldið (Mynd: EPA)
2019-07-04 07:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald