At B36 hevur fult stigatal, at Skála er oddalið, og at TB er ósigrað á heimavølli, eru ikki longur fakta. Hetta syrgdu KÍ, EB/Streymur og Víkingur fyri í dag. KÍ er nú ovast á stigatalvuni, Víkingur er betri við í oddastríðnum, og EB/Streymur fekk annan sigurin á rað og er nakað burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Bæði liðini høvdu umráðandi leikarar uttanfyri í dag, tá KÍ og B36 hittust til týðandi dyst í oddinum í Gundadali. Hjá B36 er tað framvegis Róaldur Jakobsen, ið mest saknaður. Miðvallarin er eins og Deni Pavlovic hjá KÍ skaddur. Patrik Johannesen sat eisini uttanfyri - áleyparin fekk reytt kort sunnudagin. Lagt var kortini upp til ein stórdyst.
KÍ byrjaði betri og meira ágangandi, og eftir eitt korter setti vælleikandi norðmaðurin á KÍ-miðvøllinum bóltin í málið eftir frálíka umstilling. Tað var Simen Sandmæl, sum saman við Jonn Johannesen skapti málið. B36 tók yvir seinna partin av 1. hálvleiki, og kom til nakrar góðar støður. Heimaliðið jagstraði tann størsta partin av dystinum, men hóast nakrar góðar taktir, so eydnaðist tað ikki móti vælskipaða og hartarbeiðandi KÍ-liðnum.
Tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi innskifti Darius Lewis dystin fyri KÍ. Amerikumaðurin varð sendur í dýbdina av Jóannes Bjartalíð, og hann er skjótur og slapp framvið málverjanum Hans Jørgensen, og so var 2-0. Fyrsta málið hjá Lewis í Betrideildini, og átta minuttir seinni setti deildi toppskjúttin í deildini punktum við góðum skotið. Ein sera góður sigur hjá KÍ í einum dysti, sum hevði nógvan inntensitet, og sum var spennandi til tíggju minuttir vóru eftir.
Á Skála sat heimaliðið sum væntað á dystinum í 1. hálvleiki. Oddaliðið hevði eisini nakrar góðar møguleikar ígjøgnum hálvleikin, men tað gingu 44 minuttir til Jákup Johansen legði Skála á odda. Hóast leikligu yvirvágina hjá teimum appelsinlittu so hótti EB/Streymur nakrar ferðir, og beinanvegin í 2. hálvleiki sló Steffan Løkin til. Áleyparin fylgdi væl upp, og hevur nú skorað 4 mál seinastu tríggjar dystirnar.
Nú lá dysturin og svingaði. EB/Streymur var betri við í spælinum, og hótti eisini bakrúmið tá Skála stóð høgt uppi. Dysturin var lívligur, og hann endaði við at koppa til útiliðið. Arnbjørn Hansen var ógvuliga eyðsýndur í 5-1 sigrinum á AB sunnudagin. Áleyparin byrjaði eisini inni í dag, men noyddist út við skaða, áðrenn hálvur tími var farin. Í hansara stað kom Niklas Kruse, og ungi áleyparin gjørdist avgerandi. Tìggju minuttir fyri tíð fangaði hann bóltin, og var tryggur tá hann kom einsamallur við Karstin Hansen. Skála megnaði ikki at svara aftur, og talan var um góðan útisigur hjá EB/Streymi. Skála lat mál inn fyri fyrstu ferð í fimm dystir.
Tað var inntenst og aftur og fram í Trongisvági, har Víkingur var á vitjan. TB royndi at byggja uppá góðu gongdina, meðan víkingarnir stríddust fyri at venda gongdini eftir tveir ósigrar á rað. Hetta eydnaðist eisini, og tað vóru tvey mál beint fyri steðgin, ið avgjørdi tað. Tvørámenn vóru annars allatíðina við í dystinum, og stríddust fyri at svara aftur eftir málini. Tað eydnaðist at minka um munin í yvirtíðini, tá deildi toppskjúttin í deildini aftur sló til, men tá var ov seint, og TB tapti fyri fyrstu ferð í ár við Stóra.
Í løtuni eru tveir dystir í gongd.
6. umfar:
B36 - KÍ 0-3 (0-1)
'15 Simen Sandmæl 0-1
'80 Darius Lewis 0-2
'88 Jóannes Bjartalíð 0-3
Skála - EB/Streymur 1-2 (1-0)
'44 Jákup Johansen 1-0
'48 Steffan A. Løkin 1-1
'81 Niklas T. Kruse 1-2
TB - Víkingur 1-2 (0-0)
'49 Sølvi Vatnhamar 0-1
'52 Adeshina Lawal 0-2
'90 Stefan Radosavljevic 1-2
18.15: HB - AB (hálvleikur: 2-1)
19.00: NSÍ - ÍF (0-0) - Rás 1
Støðan í Betrideildini:
1. KÍ (14 stig) *
2. Skála (12 stig) *
3. B36 (12 stig)
4. TB (8 stig) *
5. Víkingur (7 stig)
6. NSÍ (7 stig)
7. EB/Streymur (6 stig) *
8. HB (6 stig)
9. AB (3 stig)
10. ÍF (1 stig)
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald