Fótbóltur

Útisetar í Aalborg við nýggjum sangi og videolagi

Føroyska fótbóltsfelagið í Aalborg eitur Fintan og hevur havt framburð hetta árið. Hans Jákup Abrahamsen hevur skrivað og syngur, Rúni Hentze spælur - framleiðslu og ljóðbandan hevur Símun Dam gjørt, og videolagið sjálvt: Mikkjal Olsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-23 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talið av føroyingum, ið lesa og annars búleikast í Aalborg, er vaksandi. "Nordens Paris" hevur nú eisini aftur fótbóltslið, har allir leikararnir eru føroyingar, og "Fintan" hevur nú sítt egna videolag, ið sæst omanfyri.

Fintan - Hans Jákup 3000 (ft. The Hentze Horn)

Lag: Hans Jákup Abrahamsen og Símun Dam
Tekst: Hans Jákup Abrahamsen
Framleitt, ljóðblanda og mastrað: Símun Dam
Trumpet: Rúni Hentze
Videolag: Mikkjal Olsen

(Facebook-síða felagsins)

Sum sæst, er talan um persónar, ið ikki eru heilt óroyndir innanfyri hetta. Hans Jákup Abrahamsen hevur skrivað og syngur og framførir. Oyndfirðingur hevur áður traðkað fram sum "Lekkri Swen" og fyrri í ár var hann ein av oddamonninum í " Doyggja fyri Víking", ið hevur íblástur frá kenda "Dø for Vejle". Rúni Hentze setur dám á við sínari trompet, eins og fuglfirðingurin gjørdi í Danny & The Veetos og sum hann hevur gjørt til so mangt annað. Símun Dam, ið eisini var í Danny & The Veetos hevur gjørt lag og staðið fyri framleiðsluni, eins til aðrar verkætlanir, og ein annar klaksvíkingur, Mikkjal Olsen, hevur staðið fyri videolagnum. Mikkjal hevur millum annað tikið upp fyri Raclip.

Í videolagnum, sum partvíst er tikið upp í Jomfru Ane Gade, partvíst við heimavøllin hjá "Fintuni" og so aðrastaðni í norðurjútlendska býnum, verður í einum setningini nevnt, at føroyska fótbóltsfelagið í Aalborg er endurstovnað. Tilflytingin seinnu árini hevur avgjørt sítt til, og fótbóltsevnini hjá føroyingunum í býnum bila einki.

[object Object]Eitt tað fyrsta Fintuliðið - fyrst í 1990'unum (Mynd: Áki Johansen)

[object Object]
Seinni í nítiárinum

Menninir vunnu sín bólk í Serie 5, har teir vórðu noyddir at byrja, ógvuliga sannførandi, og skulu harvið spæla á hægri støði næsta á várið 2022. Kvinnurnar vunnu eisini sín bólk - á liðnum eru millum annað fyrrverandi landsliðsleikarar. Bæði liðini spæla undir ið spæla undir felagnum KB81. Av leikarunum á mansliðnum verður Teitur Jespersen Olsen tikin fram í videolagnum, sum ein "ið er túsund ferðir ov góður til at spæla við Aab" - at miðverjin av Tvøroyri hevur støði til meira enn Serie 5 ella 4 er helst eingin ivi um - spurningurin er so, hvussu langt Fintan fer at røkka.

[object Object]Liðini hjá "Fintuni" 2021 (Myndir: Dánial Klakkstein Thomsen og Mikkjal Olsen)

[object Object]Teitur Olsen (Mynd: Mikkjal Olsen)

[object Object]
Menninir fegnast um uppflytingina (Mynd: Mikkjal Olsen)

[object Object]
Kvinnurnar eftir síðsta dyst (Mynd: Dánial Klakkstein Thomsen
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder