Sum væntað var stórur gravgangur eftir atgongumerkjum til Føroyar - Norðurmakedónia. Dysturin í høllini á Hálsi 8. mai er tann fyrri av play-off dystunum millum londini. Vinnarin endar í HM-endaspælinum 2025.
At nógv fólk hava sitið til reiðar, og at hondbóltsfepurin er stórur í Føroyum er eyðsæð. Hondbóltssambandið hevði lýst við, at atgongumerkjasølan á atgongumerki.fo byrjaði klokkan 12.00. 90 sekund seinni, ella møguliga uppaftur fyrr, vóru øll atgongumerkini umbiðin.
Hetta sást hjá fólki, sum ætlaðu at keypa sær fleiri - man kundi keypa í mesta lagið seks atgongumerki í senn - vóru inni beint eftir klokkan 12, ella enntá sótu til reiðar 12.00. HSF váttar, at tað tók umleið hálvan annan minutt at selja alt. Samanlagt vóru góð 900 atgongumerki sett til sølu á middegi.
Harvið verður fullsett til dystin, og Hondbóltssambandið hevði helst fingið selt mangt slíkt.
HM play-off umfar:
Mikudagin 08.05: Føroyar - Norðurmakedónia
Sunnudagin 12.05: Norðurmakedónia - Føroyar
Les eisini: Spennandi landsliðsmánaðir fyri framman
Dagført: 12.30
Til ber framvegis at fara inn á, á atgongumerki.fo. Tað stendur "Næstan útselt", men tá farið verður víðari, og man roynir at keypa, so er greitt, at tað er veruliga útselt (Skíggjamynd: atgongumerki.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald