Tað hendir nógv í føroyskum hondbólti, sum er heitur í løtuni. Áhugin hjá teimum yngru at spæla er stórur, steypafinalurnar hava júst verið, og FM-spenningurin fer at hækka út á várið, og nógv gera eisini vart við seg við harpiksinum uttanfyri landoddarnar.
Tað er tó serliga til landsliðssíðuna, at fólk venda sínu eygu. Føroyska manslandsliðið og føroysku fejppararnir bergtóku Hondbóltsevropa í Berlin í januar. Rúsurin yvir stigið móti Noreg og søguliga avrikið hevði nærum ikki lagt seg, fyrrenn spurningurin varð settur: Hvat er so næst?
Uppgerðir um HM-pláss
Nú snýr tað eg seg um at royna at sleppa til HM-endaspælið í 2025. Hetta gerst veruleiki, um Føroyar basa Norðurmaekdónia yvir tveir dystir í mai. Tað gjørdist greitt eftir lutakastið síðst í januar. Á pappírinum ein spennandi møguleiki, og helst var tað ynskimótsstøðuliðið, ið kom úr pottinum. Eitt pláss skilir liðini á nýggja styrkislistanum hjá EHF. Føroyska liðið fær fyrireikað seg saman í næsta mánaða.
HM play-off umfar:
Mikudagin 08.05: Føroyar - Norðurmakedónia - atgongumerki koma til sølu á middegi í dag, 23.02
Sunnudagin 12.05: Norðurmakedónia - Føroyar
Samanlagdi vinnarin kemur til HM-endaspælið í januar 2025.
Fyrsta føroyska endaspælsstigið er framvegis fekst. Elias á Skipagøtu skínir eisini í Champions League - móti millum annað norðurmakedónskari mótsstøðu - meðan bíða verður eftir næsta møguleikanum fyri Merkinum (Mynd: Sverri Egholm)
Skulu føroysku fjeppararnir skjótt aftur sleppa at uppliva eitt endaspæl? Nógv fara helst at sita til reiðar í "bíðirøð" á alnótini fyri at keypa atgongumerki um middagsleitið (Mynd: Sverri Egholm)
Talan var um tættan dyst millum Føroyar og Ísland í 2. umfari í oktober. Í næstu viku skulu Elsa Egholm og hinar hava stig á konto'ina í EM-undankappingi (Mynd: Jens Kr. Vang)
EM og EM
Fyri nøkrum árum síðani hevði eitt føroyskt HM-pláss verið nærum óhugsandi. Tað hevði tað eisini verið at tosað um tvey EM-endaspøl upp í slag. Lutakastið til undankappingini - sum eru bólkur við fýra liðum, har minst tvey koma víðari - verður 21. mars. Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at Føroyar eru í styrkisbólki tvey av teimum fýra vegna góð úrslit. Hetta er ongantíð hent fyrr, og gevur tað føroysku monnum betri fyritreytir fyri góðum lutakasti og harvið eisini at koma til EM
Les meira: Føroyar eru í næstovasta styrkisbólkinum
Fyrstu undankappingardystirnir til EM 2026 verða spældir í heyst. EM-endaspæl hjá kvinnum verður í desember í ár, og Føroyar hava framvegis møguleikan at vera við har.
Eitt av málunum hjá Hondbóltssambandinum er, at A-landsliðið hjá kvinnum, sum vanliga hevur væl yngri hóp enn tann hjá monnum, fer at kappast um pláss í endaspølum. Claus Mogensen og Simon Olsen vórðu settir sum venjari í fjør, og undankappingin fór í gongd. Talan gjørdist um tap móti Svøríki og Íslandi, men um mánaðarskifti koma áhugaverdar uppgávur móti Luksemborg, ið Føroyar standa sum favorittar ímóti.
Tað snýr seg um at fáa minst trý stig har fyrst. Í so fall hava Føroyar íhvussu er møguleika at enda sum ein bestu trý'arunum áðrenn seinastu dystirnar í apríl. Fýra teir bestu av teimum átta trý'arunum í undankappingini koma víðari til endaspælið. Fyrri dysturin móti Luksemborg verður mikudagin.
Dystarskráin hjá Føroyum restina av EM-undankappingini:
3. umfar - mikudagin 28.02
Luksemborg - Føroyar
4. umfar - sunnudagin 03.03
Føroyar - Luksemborg
Atgongumerki til dystin á Hálsi kunnu keypast her
5. umfar, 03.04
Føroyar - Svøríki
6. umfar, 07.04
Ísland - Føroyar
Súna Krossteig Hansen er ein teimum, sum spælir á høgum stigi uttanlands - Hópurin hevur heilt lágan miðalaldur (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Hesar 17 skulu royna at basa Luksemborg
Fýra eru úttiknar á fyrsta sinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald