Føroyskur hondbóltur hevur helst nógv góð og spennandi ár frammanfyri sær. Hetta hava millum annað úrslitini hjá U-landsliðunum seinastu árini víst, umframt at tað er stór framgongd á manslandsliðnum.
A-landsliðið hjá kvinnum er eisini við at flyta seg væl frameftir. Undanfarin ár hava Føroyar millum annað staðið seg væl móti Rumenia, og í oktober var liðið ógvuliga væl við móti Íslandi, og við nýggjum venjarum - Claus Mogensen og Simon Olsen - vil man flyta seg móti millum annað at veruliga kappast um pláss í endaspølum.
Tað ber til longu nú í ár. Føroyar fingu Luksemborg í styrkislagnum niðanfyri seg, og um mánaðarskifti eru dystirnir móti Luksemborg á skránni. Um Føroyar vinna teir, so er í minsta lagi triðja plássið í bólkinum tryggjað.
Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini kom til EM í vetur - hetta var soleiðis manslandsliðið kom til EM. Gamaní telja bert úrslitini móti topp-tvey í tí rokniskapinum, men føroysku kvinnurnar skulu í fyrstu syftu seta í støðuna, at man kann fáa minst 3. plássið
Nýggir og ungir spælarar eru við
Í mun til framtíðina, so er føroyska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum avgjørt eitt, sum er til tað. Um hugt verður eftir hópinum til dystirnar móti Luksemborg, sum varð kunngjørdur í gjár, so er eingin spælari yvir 30 ár. Bert strikuspælararnir eru yvir 25 ára gamlar, og í roynd og veru er meginparturin undir 21 (millum 18 og 20 ár).
Málverjin Annika Fríðheim Petersen og Súna Krossteig Hansen fingu gjøgnumbrot á landsliðnum fyri nøkrum árum síðani og spæla nú í ávíkavist bestu norsku deildini og bestu donsku deildini. Jana Mittún kom inn á liðið á heysti 2021 saman við Rakul Wardum, og báðar eru nú í bestu donsku deildini. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Elsa Egholm, Natasja Hammer og Rannvá Olsen hava allar spælt í løtum seinastu árini.
Í fjør komu bakprofilarnir hjá Neistanum, Bjørk Franksdóttir Joensen og Maria Pálsdóttir Nólsoy, av álvara við. Nú eru nakrir heilt nýggjar í A-landsliðshøpi tiknar út.
Bjørk Franksdóttir Joensen, ið hevur fingið sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum, og Karin Egholm, sum nú er úttikin. Tær vórðu heiðraðar sum ávíkavist besti høgri bakkur og høgri vongur í U19 EHF Championship í fjør summar, tá Føroyar komu í finaluna (Mynd: EHF)
Anna Eliasabeth Halsdóttir Weyhe í somu kapping. Har, og í H71 í løtuni, spælir hon sum spælskipari. 18-ára gamla hoyvíkskvinnan er tó úttikin til A-landsliðið sum vinstri vongur (Mynd: EHF)
Allar fýra eru úttiknar til vongplássini, eru úr høvuðsstaðarøkinum og eru í aldrinum 18 til 20 ár. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe spælir sum spælskipari í H71 og á U-landsliðum men varð kosin ársins stjørnuskot í fjør, har hon spældi vinstri vongur. Karin Egholm er eisini 18-ára gomul og úr Hoyvík. Hon er lámur.
Anna Elisabeth og Karin hava verið partur av tí ungdómslandsliðunum, sum hevur verið til U18 HM-endaspæl, og sum í fjør spældi playoff-dystir til U20 HM. Inga Maria Roysdóttir hevur eisini verið við til hetta. Hon er eisini fødd í 2005 og hevur spælt við H71 á ungum árum. Seinastu árini hevur Inga Maria tó spælt fyri Kyndil: Mest á høgra vongi men í løtum á høgra bakki.
Hervør Niclasen er tvey ár eldri enn hinar, men hevur nú av álvara fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Neistanum. Í gjárkvøldið gjørdist Hervør javnsettur toppskjútti í fyrru hálvfinaluni móti H71. 20-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur spælt á ungdómslandsliðum, og nú sleppur hon av álvara at royna á A-landsliðsstigi.
Hervør Niclasen í fullari ferð í gjárkvøldið, har nýklækkti landsliðsvongurin skoraði níggju mál (Mynd: Sverri Egholm)
Inga Maria Roysdóttir letur Turið Arge Samuelsen bóltin í dysti fyri Kyndil. Turið er ein av trimum vongspælarunum, sum ikki er við hesaferð - Inga er ein av teimum fýra ungu, ið er komin við (Mynd: Sverri Egholm)
Hópurin sum landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið til dystirnar móti Luksemborg:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin
Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Strikur:
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF
Turið Arge Samuelsen er ikki tøk hesaferð. Brynhild Pálsdóttir er júst givin í Ajax og er komin aftur til H71. Umframt tær er Guðrið á Borg ikki við. Allar tríggjar vóru við móti Svøríki og Íslandi í oktober.
Sí eisini: Hesar 17 skulu royna at basa Luksemborg
Dystirnir verða leiktir ávíkavist mikudagin 28. februar klokkan 17.45 í Luksemborg og sunnudagin 3. mars klokkan 17.00 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki til dystin í Føroyum fáast til keyps her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald