Fyrru hálvfinaurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum vórðu spældar í kvøld, og eftir tær er tað lagt rímiliga væl upp til, at steypafinalan 17. februar verður slagið um Havnina.
Tað var annars ein ógvuliga javnur dystur í 50 minuttir í Vestmanna. VÍF var eisini á odda í nøkrum førum í 2. hálvleiki, men so fór Kyndil nakað frá við at skora fýra útav fimm málum, og tað endaði 26-28 í Vestmanna, har Turið Arge Samuelsen gjørdi bart við níggju málum. Kyndil skal royna at gera arbeiði liðugt sunnudagin, meðan VÍF veruliga vil hava spenning í aftur.
Í høllini á Hálsi royndi H71 at hanga í vælsmurdu og skjótu álopsmaskinuni hjá Neistanum. Trý mál vóru á muni í steðginum. Eftir eina góða byrjan uppá 2. hálvleik var Neistin á odda við sjey málum, men steypavinnararnir stríddu seg nakað innaftur, og tað endaði 30-27 til Neistan.
Nýklækti A-landsliðsspælarin hjá liðnum, Hervør Niclasen, skoraði níggju mál av vinstra vongi. Nógv hekk á Elsu Egholm hjá H71, og skeyt landsliðsbakkurin eisini 9 mál.
Elsa Egholm (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Fyrru hálvfinalur í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum
Í dag, hósdagin 8. februar
Neistin – H71 30-27 (17-14)
Toppskjúttar: Hervør Niclasen og Elsa Egholm 9 mál
Sí dómaraseðil her
Sí myndir frá dystinum her
VÍF – Kyndil 26-30 (13-14)
Toppskjúttar: Turið Arge Samuelsen 10 mál, Rannvá Olsen 8 mál
Seinnu hálvfinalurnar - Sunnudagin 11. februar
kl. 14.00 Kyndil – VÍF
kl. 16.00 H71 – Neistin
Hjá monnum sær út til at vera uppaftur størri spenningur í undan seinnu dystunum. Tó er tað so har, at havnarfeløgini hava vansan við at hava tapt fyrra dystin á heimavølli við einum máli.
Eins í VÍF í gjár, avgjørdi KÍF dystin í Høllini á Hálsi í kvøld við málið í seinasta sekundi. Tróndur Kragesteen hevði javnað nøkur sekund frammanundan, men toppskjúttin í málfátæka dystinum, Fríði Weyhe, gjørdi bart, og tað endaði 19-20.
Fyrru hálvfinalur í Faxe Kondi kappingini hjá monnum
Í dag, hósdagin 8. februar
Neistin – KÍF 19-20 (8-9)
Sí dómaraseðilin her
Sí myndir frá dystinum her
Í gjár, mikudagin 7. februar
Kyndil – VÍF 24-25 (11-9)
Sí dómaraseðilin her
Sí eisini: VÍF fekk fyrimunin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald