Tann fyrsta hálvfinalan í steypakappingini varð spæld í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið. Talan var um klassikaran millum Kyndil og VÍF, og tað var ógvuliga tætt og spennandi seinastu løtuna. At enda fóru vestmenningar avstað við sigrinum og fyrimuninum undan seinnu hálvfinaluni.
Fyrri hálvleikur var málfátækur. VÍF hevði trupulleikar við Kyndilsverjuni og at fáa bóltin fram við Tórða Guttesen í málinum. Kyndil skoraði tó heldur ikki meira enn 11 mál fyri steðgin.
Munurin fór frá tvey mál til fimm mál fyrstu ellivu minuttirnar í 2. hálvleiki. Tað var serliga torført hjá útiliðnum at hava tamarhald á William Skovsager. Danski høgri bakkurin skeyt samanlagt átta mál, og toppskjúttin gjørdi fýra mál innan tríggjar minuttir í løtuni, tá Kyndil fór avstað frá VÍF.
VÍF var aftanfyri 18-13. tá beint undir eitt korter, men teir í bláum og gulum fullu ikki í fátt. Ungi Tróndur Johnson tók nú ábyrgd, og nøkur mál komu frá Andrias Eriksen og Sjúrði Olsen á vengrunum. Tíggju minuttir seinni var javnleikur, og í síðsta minutti avgjørdi VÍF dystin.
Dánjal Ragnarsson er lagdur afturat sterka hópinum hjá VÍF. Bakkurin skoraði fimm ferðir í gjár (Mynd: Andrei Antal/VÍF)
Ungi strikuspælarin, Kristian Jensen, skoraði avgerandi málið á Hálsi. Kyndil stóð annars sera sterkt í verjupartinum fyrstu 45 minuttirnar (Mynd: Andrei Antal/VÍF)
VÍF er helst favorittur at fara avstað við steypinum, sum liðið ikki hevur vunnið síðani 2015 (Mynd: Andrei Antal/VÍF)
Kyndil megnaði ikki at skora til 25-24, og so setti útiliðið og nummar 2 ferð á. Tróndur Johnson kom inn ímóti verjuni, tók uppmerksimi til sín og spældi síðani bóltin snilt til púra fría Kristian Jensen á strikuni. Hann var eirindalysur, og nú er greitt, at Kyndil skal venda tí í Vestmanna leygardagin fyri at koma í finaluna.
Áðrenn tað skulu Neistin og KÍF eisini spæla sína fyrru hálvfinalu. Hon er á skránni í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20.
Tær fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum eru eisini á skránni í kvøld. Har spæla VÍF og Kyndil eisini, og Neistin tekur ímóti steypavinnarunum úr H71.
Hálvfinalur í Faxe Kondi kappingini (menn)
Í gjár, mikudagin 7. februar
Kyndil – VÍF 24-25 (11-9)
Sí dómaraseðilin her
Restina av leiksskránni fyri hálvfinalurnar sær soleiðis út:
Í dag, Hósdagin 8. februar
kl. 18.00 Neistin – H71 (kvinnur)
kl. 20.00 Neistin – KÍF (menn)
kl. 20.00 VÍF – Kyndil (kvinnur)
Leygardagin 10. februar kl. 18.00: VÍF – Kyndil (menn)
Sunnudagin 11. februar
kl. 14.00 Kyndil – VÍF (kvinnur)
kl. 16.00 H71 – Neistin (kvinnur)
kl. 18.30 KÍF – Neistin (menn)
Hálvfinalurnar kunnu stroymast á live.hsf.fo.
Faxe Kondi steypafinalurnar verða leiktar leygardagin 17. februar. Hjá kvinnum er tað klokkan 16.30 og hjá monnum klokkan 19.
Kelda: hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald