Fótbóltur

HM-undankapping: Norðurmakedónia á skránni í mai

Føroyar fingu eitt á pappírinum heilt gott lutakast til play-off dystirnar, sum verða avgerandi fyri plássið í HM-endaspælinum. Byrjað verður við heimadysti 8. ella 9. mai - spælt verður í Skopje tríggjar dagar seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-27 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í HM-undankappingini í mai. Talan verður um tveir play-off dystir, ið avgera, hvørt Føroyar koma við til HM-endaspælið í 2025 ella ikki.

Tað er altíð ilt at meta um slíkt áðrenn, men tað sær út til, at Føroyar fingu eitt dreymalutakast. Sambært serkønum og úrslitum seinastu árini, so var Norðurmakedónia helst best møguliga lutakastið, nú Føroyar ikki vóru styrkismettar.

Tað var eisini landið, sum kom úr pottinum. Sum Peter Bredsdorff-Larsen segði í samrøðu við Portalin í gjár, so fer tað at verða ein trupul uppgáva líkamikið hvat. Tó er eingin ivi um, at Føroyar hava betri møguleika móti Norðurmakedónia, enn um man hevði spælt móti til dømis Spania, Íslandi ella Ungarn.

[object Object]
Norðurmakedónia kann ikki roknast at vera á sama stigi sum eitt nú Pólland, ið Føroyar spældu ímóti í EM-endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrri dysturin verður á heimavølli - tann seinni á útivølli. Tann fyrri verður mikudagin 8. mai ella hósdagin 9. mai á Hálsi. Tann seinni verður leygardagin 11. mai ella sunnudagin 12 mai (tríggir dagar vera ímillum dystirnar) Samanlagdi vinnarin skal spæla í HM-endaspælinum í januar 2025.

Dystirnir í avgerandi HM-umfarinum eru:
8/9 mai: Føroyar - Norðurmakedónia
11/12 mai: Norðurmakedónia - Føroyar

Til ber at síggja meira um lutakastið á okkara bloggi. Meira seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder