Á middegi í morgin verður greitt, hvørjum føroyska manslandsliðið skal dystast við í mai um HM-pláss. Talan er um tveir dystir, ein á heimavøll og ein á útivølli, har atgongumerki til endaspælið í januar 2025 stendur uppá spæl.
Ellivu møguleikar eru í lutakastinum. Føroyar eru ikki styrkismettar.
Pottur 1 - hesi kunnu Føroyar trekkja:
Slovenia
Ungarn
Portugal
Eysturríki
Ísland
Niðurlond
Spania
Montenegro
Kekkia
Pólland
Norðurmakedonia.
Sí eisini: Skjótt snýr tað seg um HM
Sum sæst omanfyri so er talan um nógvar sterkar hondbóltstjóðir. Portalurin hevur tosað við Peter Bredsdorff-Larsen um møguleikarnar. Landsliðsvenjarin vil ikki peika á nakað ynskimótstøðulið ella marrumótsstøðu, men kann tó staðfesta, at Føroyar kunnu møta heilt ymiskum hondbólti.
- Tað er nú einaferð soleiðis, at man kan ikki gera so nógv við tað, tá talan er um lutakast. Tað er torført, at fyrihalda seg til áðrenn, men tað er eingin ivi um, at tað er heilt stórur munur, hvat vit kunnu møta. Tað er millum annað greiður munur á fysikki og hondbóltsspæli hjá flestu tjóðunum á listanum. Líkamikið hvat, so verður tað ein ógvuliga trupul uppgáva í mai.
Peter Bredsdorff-Larsen saman við Juliani Johansen, hjálparvenjara, til tíðindafund í Berlin (Mynd: Sverri Egholm)
Peter Bredsdorff-Larsen hevur leitt Føroyar til sítt fyrsta A-endaspæl (EM), og í 2022 eydnaðist at koma júst her til í HM-undankappingini. Royndi danski venjarin staðfestir, at føroyskur hondbóltur tekur stór fet í løtuni.
- Alt, sum vit fáa beint nú, eru risastórar royndir. Í 2022 spældu vit undankappingarbólk móti Luksemborg, Lettlandi og Italia fyri at koma longri í HM-undankappingi - nú eru vit her vegna EM-luttøkuna. Tað eru allatíðina stór fet fyri føroyskan hondbólt í løtuni, og líkamikið hvat, so eru vit nú bert eina uppgerð (tveir dystir) frá einum HM-endaspæli, sigur Peter Bredsdorff-Larsen við Portalin.
Tíðliga seinnapartin í morgin fæst greiða á, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í mai. Spælararnir eru nú í feløgunum aftur eftir EM. Høvi er at hittast aftur í mars fyri at fyrireika seg til HM. Landsliðsvenjarin upplýsir fyri okkum, at liðið savnast í Føroyum í viku 11 (11. - 17. mars) til venjingarlegu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald