Síðst í februar og fyrst í mars skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla tveir týðandi EM-undankappingardystir móti Luksemborg. Bæði liðini hava null stig fyri tveir dystir, og tað snýr seg um at enda í minsta lagi á 3. plássi í fýra-liðs bólkinum fyri at hava møguleika at koma til EM-endaspælið seinni í ár.
Føroyar fara at vera í favorittleiklutinum, men talan verður um eitt ógvuliga ungt lið. Tær á strikuni hava greitt mest royndir í A-landsliðshøpi, meðan til dømis málverjin Annika Fríðheim Petersen og Súna Krossteig Hansen hava verið við í nøkur ár.
Hesar báðar eru millum tær seks í hópinum, sum til dagliga spæla uttanlands. Hinar ellivu spæla í Føroyum. Tær báðar úr bakketuni hjá Neistanum eru blaðungar (19), Natsja Hammer er 21-ára gomul, og Jana Mittún og Elsa Egholm eru framvegis 20-ára gamlar.
Bjørk Franksdóttir Joensen og Karin Egholm heiðraðar eftir U19-kapping í fjør. Bjørk hevur spælt sínari fyrstu A-landsdystir, meðan Karin er ein av fýra, sum er við á fyrsta sinni (Mynd: EHF)
Seks vengur eru í hópinum. Turið Arge Samuelsen er ikki millum tær, og fýra eru við A-landsliðnum á fyrsta sinni. Talan er um Annu Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Hervør Niclasen, Ingu Mariu Roysdóttir og Karin Egholm.
Allar spæla í Føroyum, og allar eru tjúgu ár ella yngri. Anna Elisabeth, Inga Maria og Karin spældu á U19-landsliðnum í fjør, saman við millum annað Bjørk Franksdóttir Joensen og Mariu Pálsdóttir Nólsoy.
Hópurin sum landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin
Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Strikur:
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF
Inga Maria Roysdóttir til U19-kapping í fjør. Nú fær vongurin úr Kyndli roynt seg í A-landsliðshópinum (Mynd: EHF)
Dystirnir verða leiktir ávikavist mikudagin 28. februar klokkan 17.45 í Luksemborg og sunnudagin 3. mars klokkan 17.00 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki til dystin í Føroyum fáast til keyps her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald