Hjá hondbóltsáhugaðum og spentum føroyingum ræður helst um at sita til reiðar á atgongumerki.fo á middegi í morgin.
- Í morgin, fríggjadagin 23. februar kl. 12, koma atgongumerkini til HM play-off dystin Føroyar – Norðurmakedonia til sølu. Atgongumerkini koma til sølu á atgongumerki.fo.
Hetta minnir Hondbóltssamband Føroya um í dag.
Heimadysturin móti Norðurmakedónum 8. mai er hin fyrri av tveimum HM play-off dystum um eitt pláss í HM-endaspælinum. Seinni dysturin verður leiktur sunnudagin 12. mai í Skopje.
Lagt er upp til javnar og ógvuliga spennandi dystir. Í løtuni skilir bert eitt pláss liðini á EHF-styrkislistanum.
Føroyar eru nummar 20 í Evropa, hondbóltsfepurin er høgur, og gravgangurin eftir lutfalsliga fáu atgongumerkjunum verður helst stórur. Tað eru pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum til slíkar dystir í Høllini á Hálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald