Hondbóltur

Føroyar eru í næstovasta styrkisbólki í EM-undankappingini

Úrslitini seinastu árini hava sett manslandsliðið í góða støðu til EM 2026. Lutakastið til undankappingina verður 21. mars - fyrstu dystirnir eru á skránni í heyst.

Føroyar eru millum annað í sama styrkisbólki sum Pólland. Liðini kunnu harvið ikki trekkja hvørt annað. Í 2022 vóru Føroyar í niðasta styrkislagi - nú fáa vit íhvussu er okkurt mótsstøðulið av nakað lægri hill í royndini at koma til EM-endaspælið 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar eru millum annað í sama styrkisbólki sum Pólland. Liðini kunnu harvið ikki trekkja hvørt annað. Í 2022 vóru Føroyar í niðasta styrkislagi - nú fáa vit íhvussu er okkurt mótsstøðulið av nakað lægri hill í royndini at koma til EM-endaspælið 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-20 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá lutakastið til undankappingina til EM 2024 var í 2022, vóru Føroyar í niðasta styrkisbólki. Styrkismettar umleið nummar 30 í Evropa og møttu bara liðum, sum á pappírinum vóru sterkari.

Tað eydnaðist tó at basa Rumenia og Ukraina og enda sum ein av bestu trý'arunum í undankappingini. EM-ævintýrið er ein staðfesting av, at Føroyar eru komnar langt í hondbólti seinastu árini, men tað er eingin ætlan at støðga her.

EHF hevur eftir EM gjørt styrkismetingar av teimum 50 evropeisku londunum, ið luttaka í manshondbólti. Metingin og styrkistalið eru bygd á avrikini í teimum seinastu trimum endaspølunum og/ella undankappingunum til tey.

[object Object]
Mynd: EHF

Her sæst, at Føroyar nú eru nummar tjúgu í Evropa - nú frammanfyri millum annað lond sum Bosnia, Sveis, Rumenia og Ukraina. Hetta er serliga tí, at man kom til EM-endaspælið og eisini fekk stig har. 

Tað sum er mest umráðandi við hesum er, at Føroyar eru í styrkisbólki 2 av 4 til lutkastið í samband við EM-undankappingina. Hetta lutakastið verður um beint yvir ein mánaða, 21. mars í Keypamannahavn.

Hetta merkir, at í undankappingini til næsta EM-endaspælið skulu føroysku menninir bert møta einum liði, sum á pappírinum er sterkari í løtuni.

[object Object]
Føroyar vóru væl og virðiliga omaná móti Belgia í Høllini á Hálsi herfyri. Tá var talan um tveir venjingardystir (Mynd: Sverri Egholm)

Í styrkisbólki 3 eru lond, sum á leið kunnu metast sum javnlíkar ella undir føroyska stigið nú. Føroyar hava innanfyri seinastu stóru fýra árini vunnið á helminginum av hesum liðunum: Umframt Rumenia og Ukaina eru sigrar komnir í hús móti Belgia (vinardystir) og Italia (HM- undankapping)

Tað hjálpir í hesum førum heilt væl, at tað vera skandinavisku londini, sum vera vertir fyri EM-endaspælinum í 2026. Av tí at Danmark, Noreg og Svøríki skulu hýsa næsta EM-endaspælinum, eru tey ikki við í undankappingini. 

Tað er Frakland sum evropameistar heldur ikki og harvið rýka seks av teimum fremstu hondbóltstjóðunum í Evropa. Vegna kríggið í Ukraina sleppur Russland ikki at vera við. Russar eru annars eisini omanfyri Føroyar, so ymiskt afturat góðu úrslitunum hevur sett okkum í styrkisbólk 2.

Styrkisbólkur 1:
Týskland
Spania
Ungarn
Ísland
Kroatia
Slovenia
Portugal 
Niðurlond 

Styrkisbólkur 2: 
Eysturíki 
Montenegro
Serbia
Pólland 
Kekkia
Norðurmakedónia
Føroyar - nummar 20 í Evropa
Grikkaland

Styrkisbólkur 3: 
Bosnia & Hersegovina
Slovakia
Belgia
Sveis
Rumenia
Litava 
Ukraina 
Italia

Styrkisbólkur 4: 
Finnland
Ísrael 
Estland
Georgia
Turkaland
Luksemborg
Kosovo 
Lettland

Eitt lið úr hvørjum styrkisbólki verður í hvørjum undankappingarbólki. Føroyar kunnu harvið ikki møta millum annað Póllandi (EM-mótsstøðulið) ella Norðurmakedónia sum føroysku menninir skulu hitta í HM play-off umfarinum í mai. 

Tvey lið úr hvørjum bólki koma víðari til endaspælið, umframt fýra teir bestu trý'ararnir. Lutakastið verður 21. mars, og tveir teir fyrstu dystirnir í kappingini verða spældir í heyst. Samanlagt eru seks undankappingardystir á skránni - ein heima og ein úti móti øllum liðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder