Heili 78 lið luttóku í U8-kapping í Høllini á Hálsi leygardagin. Hetta er metnógv, eftir at 77 vóru til U8-kapping 12. mars í Klaksvík í fjør.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
- Sostatt luttóku áleið 500 børn í kappingini, sum Neistin og Kyndil skipaðu fyri í felag. Talan var um 36 gentulið og 42 dreingjalið.
Talan var um fimtu U8-kappingina í vetur. Seinasta kappingin fyri tey heilt ungu verður leygardagin 11. mars í Badminton- og KÍ-Høllini í Klaksvík.
Mynd frá U8-kapping fyri nøkrum árum síðani (Mynd: HSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald