EB/Streymur, 07 Vestur, AB og B68. Tað er bert pláss fyri tveimum av hesum liðunum í Betri-deildini komandi ár. Tað er longu greitt, at ÍF flytir uppaftur í fremstu deildina; spurningurin er so, um B68 flytir við upp. Og greiða skal fáast á, um eitt ella tvey lið fara niður.
Leygardagin var ov nógvur vindur á Svangaskarði til at spæla týðandi dyst. Tí varð dysturin millum B68 og B71 í næstseinasta umfarið fluttur til í kvøld. Giza Hoyvík tapti í Fuglafirði leygardagin, so plássið hjá sandoyingum í 1. deild er tryggjað.
B68 hevur hinvegin alt at spæla fyri. Toftamenn eru undir trýstið at vinna hendan dystin, tí NSÍ og KÍ vunnu greitt leygardagin, og harvið eru toftamenn fýra stig aftanfyri grannarnar og klaksvíkingar og hava greitt verri málmun.
Sunnudagin varð mett, at tað ikki var spælandi á Dungasandi í Sørvági og úti í Vika á Argjum. Hetta vóru støðini, har týðandi dystirnir í botnstríðnum skuldu leikast.
EB/Streymur kann við einum javnleiki tryggja sær enn eitt ár í Betri-deildini. Formurin hjá Sundalagsmonnum er tó út av lagi vánaligur: Seinastu ellivu dystirnir, í fýra mánaðir, hevur liðið ikki vunnið; úrtøkan er tríggir javnleikir. Tí er EB/Streymur í hesari støðuni. Vágamenn hava harðliga tørv á trimum stigum, og kunnu gera sum í fjør: Enda nummar níggju og framvegis halda sær í deildini.
Hjá heimaliðnum er danski áleyparin, Sonny Jakobsen, í toppform: Fimm mál seinastu fýra dystirnar. Hjá EB/Streymur er tað ein smeitur, at liðformaðurin og vágamaðurin, Rógvi E. Nielsen, ikki er tøkur vegna leikbann.
Á Argjum er kravið hjá heimaliðnum ein sigur. AB vann seinast móti Vìkingi, men er framvegis á níggjunda plássið, og hevur nú møguleikan at yvirhála 07 Vestur, ella hála inn á EB/Streym, ið AB skal spæla móti í seinasta umfarið. Argjamenn spæla fyri lívinum móti Skála, ið einki hevur at spæla fyri uttan 6. plássið, ið kann tryggjast í kvøld.
Betri-deildin:
16.30: AB - Skála
07 Vestur - EB/Streymur
1.deild:
19.00: B68 - B71
Botnurin í Betri-deildini(øll liðini tveir dystir eftir at leika):
8. EB/Streymur 20 stig (-21)
9. 07 Vestur 16 stig (-40)
10. AB 15 stig (-39)
Toppurin í 1.deild:
1. ÍF 63 stig
2. NSÍ 52 stig (+ 46)
3. KÍ 52 (+ 53)
4. B68 48 (+23) *
* B68 leikt ein dyst færri enn hini liðini
Fótbóltur
Útsetta stríðið tikið upp í kvøld
Veðurlíkindini eru nú betri enn í vikuskiftinum, og í kvøld kunnu vit gerast klókari uppá, hvør flytur niður, og hvør flytur upp.
AB stríðist fyri lívinum í Betri-deildini (Mynd: Sverri Egholm)
2018-10-23 10:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald