Hondbóltur

Vænta at fáa nøkur hundrað atgongumerki afturat til HM-bólkaspælið

Í løtuni eru ikki fleiri atgongumerki tøk til dystirnar í Magdeburg, men fleiri koma, og Hondbóltssambandið hevur biðið um so nógv sum gjørligt. Ferðaskrivstovur fylla ikki nógv, og tað vera eftir øllum at døma fleiri føroyingar til eitt møguligt miðumfar.

2026-06-12 15:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta HM-lutakastið hjá føroysku hondbóltsmonnunum kundi hepnast væl betri, enn tað gjørdi.

Sí eisini: Føroyar fingu heldur keðiligt HM-lutakast

[object Object]

Ítróttarliga verður tað ein trupul uppgáva at fáa stig við víðari til miðumfarið, um tað eydnast at koma har. Hetta serliga tí Pólland kom úr potti trý. Umframt hetta eru fyritreytirnar fyri at fáa eina "føroyska fólkaflyting" til Magdeburg miðskeiðis í januar 2027 ikki góðar.

GETEC leikhøllin hevur pláss til í mesta lagi 6.500 áskoðarar til HM-dystirnar, nógv atgongumerki eru longu farin til spentar týskarar, stuðlar og portugisiar, sum vórðu staðsettir í Magdeburg áðrenn lutakastið, og so er tað Pólland:

Tað er eisini ein trupulleiki, í mun til atgongumerki, at júst Pólland er við. Tað er ikki so langt hjá póllendingum at ferðast til Magdeburg, og av teimum atgongumerkjunum, sum koma til sølu afturat, fara póllendingar mest sannlíkt at keypa sín tillutaða part og vilja hava meira.

Sí eisini: Vera eftir øllum at døma lutfalsliga fáir føroyskir fjepparar í Magdeburg

Seinni í ár verða samanlagt nakað yvir 1.000 atgongumerkju sett til sølu, men tey skulu býtast millum londini í bólkinum. Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, staðfestir fyri Kringvarpinum, at frá føroyskari síðu "hevur man biðið um at fáa so nógv atgongumerki sum gjørligt".

Tó verður tó ikki eins og til undanfarin endaspøl hjá monnum, at nógvir túsund føroyingar vera til staðar. Mest sannlíkt vera tað "nøkur hundrað".

Í løtuni er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at finna nakað atgongumerki til HM-bólkaspælsdystirnar í Magdeburg. Vegna ógvuliga avmarkaða talið av atgomerkjum og óvissuni fáa ferðaskrivstovur ikki nakað burturúr hesum dystunum. Tær hava fingið boð frá HSF um, at atgongmerki ikki verða seld víðari tann vegin, sum nú er.

Hoyr alla samrøðuna við Andrass Thomsen um støðuna her

Um Føroyar enda í minsta lagi nummar trý í fýra-landa bolkinum, skal liðið víðari til Hannover at spæla miðumfar. Og har, har høllin er størri og færri atgongumerki eru seld áðrenn lutakastið, síggja út til at vera fínir møguleikar hjá føroyingum at tryggja sær atgongd til høllina.

Almenna atgongumerkjasølan til HM-endaspælið í Týsklandi er handball2027.com/en

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder