Tað verður í fyrstu syftu Magdeburg í januar 2027. Um Føroyar enda aftast í bólkinum, skal liðið verða verandi í gamla Eysturtýklandi. Annars gongur leiðin víðari til miðumfar í Hannover.
Hetta er greitt eftir lutakastið til HM-endaspæl nummar 30 á manssíðuni - tað fyrsta har, sum Føroyar eru við í.
Føroyingar komu í bólk við Portugal, Pólland og Algeria, og skulu liðini spæla í GETEC Arena í døgunum 14. - 18. januar. Ikki nakað sum man beinleiðis kann stórfegnast um.
Bólkur F í HM-endaspælinum - ikki nakar dreymabólkur
Trý lið koma víðari úr bólkinum til miðumfarið í Hannover
Portugal endaði nummar fýra í seinasta HM-endaspælið og nummar fimm í EM-endaspælinum í januar. Talan er um eina hondbóltstjóð í stórari menning, og føroyingar fara at hava hendurnar fullar við Costa-brøðrunum og fleiri øðrum.
At tað skuldi enda við Póllandi úr triðja styrkisbólki var ikki nummar eitt - tað var á pappírinum tað ringasta, sum kundi henda júst í sambandi við hendan pottin. Eisini hóast Pólland ikki tað sama sum áður. Væl veikari lið vóru millum møguleikarnar, og Føroyar fingu liðið, sum vann innanhýsis dystin í Berlin í 2024 (EM) úr styrkisbólkinum undir sær.
Algeria er eitt lið, sum føroyingar eiga at koppa í fyrsta dystinum. Men talan er um øðrvísi stíl og eitt land við nógvum HM-royndum; tó hevur norðurafrikanska landið oftast verið millum tey aftastu.
Ivasom áskoðarastøða
Høllin Magdeburg er tann í endaspælinum, sum tekur næstlægst tal av áskoðarum. Almenna talið er 6.500.
Trupulleikin er, at atgongumerki til týskarar, umframt portugisar, hava verið til sølu í eina tíð. Áhugin hevur verið stórur, og Hondbóltssamband Føroya skrivar, at í løtuni er sera avmarkað við atgongumerkjum til innleiðandi bólkaspælið í Magdeburg. Har eru nøkur dagsatgongumerki til fyrsta og triðja dystin.
Til ber at keypa á heimasíðuni www.handball2027.com
Soleiðis sær alt bólkaspælið út:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald