2018-11-25 09:55
07 Vestur hevur sett Julian Madsen sum venjara hjá besta liðnum, sum í ár flutti niður í næstbestu deildina. Hann skal tí fyrireika vágamenn til uppflyting í bestu deildina aftur.
Felagið skrivar á heimasíðuni, at Julian Madsen hevur nógvar royndir sum venjari í Noreg, og var í 2013 av norska fótbóltssambandinum í uppskoti at vera kosin ársins ungi venjari.
Umframt Julian Madsen hevur 07 Vestur eisini sáttmála við Ken Fagerberg, sum skal taka sær av at venja ungdómin. Felagið hevur eisini tveir ungdómsvenjarar í fullum starvi. Teir eru Jens Erik Rasmussen og Albert Ellefsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald