Annað

Vann EM-silvur sjey vikur eftir at fóturin brotnaði

Dansk-føroyska Rebekka Ziska Dahl kom rættiliga skjótt fyri seg aftur.

(Mynd: Ju-Jitsu, Danmark)

(Mynd: Ju-Jitsu, Danmark)

2023-07-18 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið vann ju-jitsu íðkarin Rebakka Ziska Dahl silvur í heimsmeistarakappingunum.

Ikki óvæntað, tí síðan 2015 hevur Rebekka á hvørjum ári fingið antin silvur ella bronsu í sínum vektflokki, -57 kilo. Hetta var hennara triðja HM-silvur.

Rebekka Ziska Dahl er av føroyskari ætt, búsitandi í Danmark.

Vanliga hevði tað verið eitt vónbrot fyri Rebekku ikki at vinna gull. Men í ár var tað eitt bragd, tí fyri sjey vikum síðani breyt hon fótin, og fekk ikki gipsið av aftur fyrr enn eina viku undan HM-kappingini, skrivar dr.dk.

- Tað er sjálvandi nakað lort at tapa, eg varð bukað av í finaluni, men eg skal viðganga, at eg ikki hevði væntað annað. Tað er eisini feitt at kunna siga, at eg havi vunnið HM-silvur við brotnum fóti, sigur Rebekka við dr.dk.

Fóturin brotnaði undir venjing herfyri. Hon blakaði venjingarfelagan runt og í gólvið. Men tíverri kom fótur hennara at liggja undir, tá felagin small í gólvið.

Tað gjørdist ein kapprenning við tíðina, og vónirnar um HM-luttøkuna svunnu. Men í síðstu viku, seks dagar undan kappingini kom gipsið av, og tá var ein teoretiskur møguleiki fyri, at hon kundi vera við.

Tað eru ikki øll, sum høvdu sloppið at verið við, men Rebekka er nakað serligt.

- Síðan 2015 havi eg verið við til HM og fingið heiðursmerki hvørja ferð, og tað hevur givið mær nógvar royndir. Landsliðsvenjari mín segði eisini, at tey ikki høvdu tikið meg við, um eg ikki hevði allar hesar royndirnar frammanundan, greiðir hon frá fyri dr.dk.

Meðan hon ikki kundi stíga á annan fótin, helt hon venjingina við líka við at súkkla og gera styrkivenjingar, nakað, sum Rebekka annars ikki orkar fyri.

Vikuna undan HM-kappingin gekk venjingin væl, og leygardagin varð mett, at hon gott kundi stríðast dagin eftir.

- Vanliga eri eg ein, sum bakki nógv og bíði fyri síðan at gera mótálop. Men tá ein ikki rættiliga kann bakka ella fara til vinstru, so er bara eitt at gera, og tað er at leypa á.

Og tað var taktikkurin hjá Rebekku, at leypa á frá byrjan av. Fyrsti dysturin var fjórðingsfinalan móti Le Thi Thoung úr Vjetnam.

Taktikkurin eydnaðist, og Rebekka vann. Sama í hálvfinaluni móti Klaru Mattsson úr Svøríki.

Men í finaluni móti Lixandru Ramona úr Rumenia, hevði hálvi føroyingurin ikki neyðugu orkuna eftir tveir harðar dystir.

Rebekka Ziska Dahl liggur nummar tvey á heimsstyrkilistanum. Næsta stóra altjóða uppgávan er World Games í 2025, sum er eitt slag av olympiskum leikum fyri hesa ítróttagrein, og tá er ætlanin endiliga at vinna eitt gullheiðursmerki.

[object Object]
(Privatmynd av Instagram) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder