Annað

Vann fimta FM heitið innan fyri eina viku

Helgi Winther Olsen vann sunnudagin FM í vegaskúkkling, og gjørdi sostatt bart og vann øll FM-heitini, bæði í vegasúkkling og fjallasúkkling.

(Mynd: sst.fo)

(Mynd: sst.fo)

2022-06-21 08:02 Author image
Innsent
placeholder

Kappingin um FM heitið í vegasúkkling var um vikuskiftið, tá ið drúgvi teinurin á Sandoynni var á skrá.

Sostatt vóru hesa hesa vikuna tríggjar FM kappingar hildnar yvir fimm dagar. Summir av vegasúkklarunum luttóku eisini í FM kappingunum í fjallasúkkling undanfarna vikuskiftið, og kappaðust sostatt í fimm drúgvum kappingum í eina viku.

Hjá monnum gjørdi Helgi Winther Olsen bart, og vann allar kappingarnar sannførandi. Við hesum helt hann sigursrøðina frá í fjør, tá ið hann vann hesar fimm umframt FM í langteini.

Millum stormarnar

Vegna illveður var neyðugt flyta tiltakið frá leygardegi til sunnudag, men sunnudagin var sanniliga dýrdarveður. So mikið, at væta gjørdist ein avbjóðing á 103 kilometra langa teininum. Mong halda kanska at Sandoyggin er fløt, men tey tvey umførini, ið vóru súkklað úr Skálavík til Skopunar og síðani til Dals og aftur til Skálavíkar hava við sær útvið 1.800 hæddarmetrar til samans.

Tað gongur so at siga oman og niðan allatíðina. Hóast tað var vindur, var nógva staðni stilli og brennandi sól við hita heilt upp í 18 stig. Tí at Sandoyggin er so brekkumikil, verður súkklað hart stóran part av tíðini, og fleiri av súkklarunum vóru tí tystir og illa møddir við krampum, tá teir komu á mál.

Skálavíkar Kommuna skipaði aftur í ár eitt ómetaliga gott tiltak, við hjálparum um alla oynna og góðari móttøku í Kelduni í Skálavík. Ógviliga forvitnisligt, vóru luttakaraheiðursmerki til allar súkklarar frá Grótvirkinum við flottum búmerki. Ferðasteypið er eisini frá Grótvirkinum. Sandoy og Skálavík fevna sanniliga um súkklingina.

[object Object]
(Mynd: sst.fo)

Øktu støðugt munin

Tvey umfør skuldu súkklast runt Sandoynna. Hilmar Hansen og Helgi Winther Olsen súkklaðu saman og nýttu fyrimunin av at skugga hvønn annan í mótvindinum. Tað sást aftur í mun til hinar súkklararnar, ið dragnaðu afturúr.

Í endurtiknu smá álopunum duttu súkklarar av ein og ein, og munurin millum teir gjørdist skjótt til minuttir. Soleiðis tryggjaðu teir báðir fremstu sær í størst møguligan fyrimun, við fyrst at týna feltið og síðani samstarva um at økja munin. Besta loysn hjá teimum, ið eltu, hevði verið at samstarvast, men so gjørdist ikki. Komnir til Skálavíkar á fyrsta umfarið høvdu Hilmar og Helgi økt munin til 4.35 minuttir til Jákup Petur Eliassen á triðja plássi og 7.05 minuttir til Gunnar Dahl-Olsen á fjórða plássi.

Helgi vór undan síðstu ferð úr Dali

Hilmar Hansen og Helgi Winther Olsen fylgdust allan vegin til Dals aftur, har Helgi í mótbrekkuni í bakandi sólini og undanvindi aftur økti ferðina. Hilmar noyddist at sleppa, og hvør sær súkklaðu teir nú einsamallir móti Húsavík og á mál í Skálavík.

Tá ið avtornaði, hevði Helgi økt munin til Hilmar við 2.16 minuttum og endurvann trygt FM heitið í vegasúkkling. Hilmar helt eisini frástøðuna og vann sannførandi annaðplássið, 12.35 minuttir frammanfyri Jákup Petur á triðjaplássi.

  1. Helgi Winther Olsen 3.15.53 tímar
  2. Hilmar Hansen 3.18.10 tímar
  3. Jákup Petur Eliassen 3.30.44 tímar

Anida Johannesen vann FM fyri kvinnur

Hjá kvinnum vóru tveir luttakarar, Anida Johannesen og Adél Gyepes. Tær súkklaðu ein styttri tein úr Skálavík til Skopunar og til Húsavíkar at venda og til Skálavíkar aftur. Síðani fóru tær eitt eykaumfar úr Skálavík til Sands og aftur til Skálavíkar.

Samlaður teinur var 61 kilometrar og 1.100 hæddarmetrar. Tær báðar fylgdust megin partin av teininum, men í Líðini av Sandi átti Anida Johannesen munin, og vann undan Adél.

Tá avtornaði, vann Anida FM heitið 2.56 minuttir framman fyri Adél. Eitt flott avrik hjá 61 ára ungu Anidu.

  1. Anida Johannesen 2.50.18 tímar
  2. Adél Gyepes 2.53.15 tímar

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder