Lena Maria Joensen úr Klaksvík vann seg í dag víðari í einstaklingakappingini í badminton á oyggjaleikum. Hetta er fyrstu ferð, at hon luttekur á oyggjaleikum og hon skuldi í dag í eldin móti sterkari mótstøðu úr Hetlandi.
Tí var ikki væntað, at Lena Maria fór at vinna, men tað gjørdi hon. Hon vann 2-1 í settum, og serliga triðja og avgerandi settið gjørdist spennandi. Har stóð á jøvnum 16-16, og tað kundi koppað báðar vegir.
- Eg haldi eg tók meg eitt sindur meira saman og gjørdi ikki teir somu feilirnar, sigur Lena Maria Joensen tá vit hittu hana eftir dystin. Hon vann síðsta sett 21-16.
16 ára gamla klaksvíksdaman segði, at hon spældi ikki av tí besta í dag, og at mótsstøðan var hørð. Hetta er fyrstu ferð, at hon luttekur á oyggjaleikum.
- Málið er at spæla so nógv sum møguligt, og tað besta eg kann, segði Lena Maria Joensen, sum nú skal spæla sekstandapartsfinalu móti Gibraltar ella Gotlandi.
Umframt Lenu Mariu hava aðrir leikarar eisini spælt. Jónas Djurhuus tapti 2-0 á Jens-Frederik Nielsen úr Grønlandi og Adhya Nandi tapti móti sterkari mótstøðu úr Saaremaa. Í morgun spældi Árant á Mýrini seg víðari 2-0 í settum meðan Magnus Dal-Christiansen tapti tepurt 2-1 í settum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald