Týskvøldið vóru tríggir dystir á skránni í Premier League.
Á Selhurst Park tók Crystal Palace ímóti Chelsea. Tað byrjaði væl fyri Chelseam sum eftir 27 minuttir var á odda 0-2, við málum frá Oliver Giroud og Christian Pulisic. Tíggju minuttir fyri steðgin minkaði Wilfred Zaha um munin til hálvleiksstøðuna 1-2.
Tá 71 minuttir vóru leiktir legði Tammy Abraham Chelsean aftur á odda við tveimum málum, men bert ein minutt seinni minkaði Crystal Palace aftur um munin við málið frá Christian Benteke. Tað var líka við at Crystal Palace megnaði at javna síðstu løtuna, men Chelsea fekk øll trý stigini, sum koma væl við í topp 4 stríðnum.
Á Vicarage Road tryggjaði Watford sær trý týdningarmikil stig í stríðnum um, at sleppa undan niðurlfyting tá teir vunnu á Norwich. Tað var annars Norwich, ið legði seg á odda tá bert fýra minuttir vóru leiktir við málið frá Emiliano Buendia. Seks minuttir seinni javnaði Craig Dawson fyri Watford. Sigursmálið hjá Watford kom tíggju minuttir inn í seinna hálvleiki, tá Danny Welbeck skoraði eitt framúrskarandi flott mál, har hann saksasparkaði bóltin í netið.
Seinasti dysturin týskvøldið var á Emirates har Arsenal tók ímóti Leicester. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Tað vóru nummar eitt og tvey á toppskjúttalistanum sum skutu málini. Pierre-Emerick Aubameyang legði Arsenal á odda, tá 21 minuttir vóru leiktir. Leiðslan var fult uppiborin, tí Arsenal var greitt omaná í fyrra hálvleiki.
Í seinni hálvleiki kom Leicester betri við, og vórðu eisini hjálptir av, at Arsenal leikarin Edward Nketiah var vístur av vøllinum, bert fýra minuttier eftir at hann var skiftur inn. Stutt fyri leiklok fekk Leicester gagnnýtt, at teir vóru ein maður meir, tá Jamie Vardy javnaði, og harvið tryggjaði teimum eitt týðandi stig í topp 4 stríðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald