
7. oktober spælir danska landsliðið sín fyrsta dyst í Herning í tvey ár. Tann dysturin verður á hybridvøllinum hjá FC Midtjylland, og hann verður ímóti Føroyum.
Liðini skudlu upprunaliga spæla á MCH Arena 27. mars, men korona legði meinbogar í vegin. DBU váttar fyrrapartin, at nýggj dagfesting er sett á dystin. Hann verður tríggjar dagar, áðrenn Føroyar spæla á heimavølli móti Lettlandi í Nations League, og Danmark vitjar í Íslandi. Føroyar spæla eisini 13. oktober (heima ímóti Andorra), so talan verður um eina strævna men spennandi viku fyri liðið hjá Håkani Erikcson.
Nations League fer í gongd fyrstu vikuna í september, har tveir dystir verða leiktir. Ein mánað seinni er aftur landsliðsfótbóltur á skránni, og Føroyar fáa seg veruliga royndar móti sterka danska liðnum, ið fyrireikar seg til EM á heimavølli. Dysturin verður tann fyrsti millum londini í tjúgu ár, og tað er ein av fyrstu uppgávunum hjá Kasper Hjulmand. Landsliðsvenjarin hjá Danmark kallar føroyska liðið "kompetent"
Sambært DBU er óvist, hvussu nógvir áskoðarar kunnu koma til dystin í Midtjyllandi um góðar tríggjar mánaðir. Nærri kunning um bilettsølu kemur seinni. Í løtuni er ein royndartíð í gongd við avmarkaðum áskoðaratali í Danmark, og sambært donskum miðlum fer stjórin í næstum at góðkenna, at óavmarkað áskoðaratal verður í Superligaini, tá hon byrjar aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald