Fótbóltur

Váttað: Jákup Thomsen byrjar í álopinum - René inn fyri Odmar

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sett liðið á Malta. Tvær broytingar eru viðvíkjandi manning.

20-ára gamli Jákup Thomsen kom inn í Aserbadjan. Í kvøld er hann á vøllinum frá byrjan
(Mynd: Sverri Egholm)

20-ára gamli Jákup Thomsen kom inn í Aserbadjan. Í kvøld er hann á vøllinum frá byrjan (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-20 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Malta spæla í kvøld klokkan 19.45 á Ta'Qali leikvøllinum. Talan er um seinasta dyst í UEFA Nations League hjá føroyingunum. 

Vinna Føroyar koma vit uppá 7 stig. Vit halda eisini uppá 3. plássið og koma í næstniðast seedingslagið til EM undankappingina við einum javnleiki. Tapa vit, enda vit aftast í bólkinum, og vera í niðasta seedingslagið til lutakastið í komandi mánað.

Í gjár bendi alt á til venjing, at 20-ára gamli Jákup L. Thomsen skuldi avloysa Klæmint A. Olsen í álopinum. Tað varð váttað sunnudagin, at René Shaki Joensen kom inn aftur frá byrjan eftir leikbann, og hann stillaði upp sum vinstri miðvallari í gjár. 

Soleiðis verður tað eisini, og fyri at geva pláss fyri René og nýggju leikskipanini glíður verjuleikarin Odmar Færø út á bonkin. Brandur Olsen fær ein leiklut eitt vet longri afturi á miðvøllinum, meðan Hallur Hansson verður skumpaður longur fram á vøllin.

Føroyska liðið (4-2-3-1): Gunnar Nielsen - Gilli R. Sørensen, Atli Gregersen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Rógvi Baldvinsson, Brandur H. Olsen - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Jákup L. Thomsen  

Bonkurin: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Jógvan Rói Davidsen, Jóannes Bjartalíð, Árni Frederiksberg, Meinhard Egilsson Olsen og Klæmint Andrasson Olsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder