
Eftir tíggju ár burtur frá Skanderborg vendir Jóhan á Plógv Hansen aftur til staðið, sum hann skifti til, tá høgri vongurin fór úr Kyndli og úr Føroyum í 2011.
Hetta skrivaði danska TV2 í siðstu viku, og nú er tað staðfest.
Sí eisini: Jóhan á Plógv Hansen endar helst aftur í donskum hondbólti
Talan er um trý-ára sáttmála. Harvið skal Jóhan á Plógv Hansen í fyrstu syftu spæla í Herrligaen til og við 2027/2028-kappingarárið.
31-ára gamli havnarmaðurin hevur síðani 2019 vunnið HM fýra ferðir á rað við Danmark.
Um vikuskifti spælir Jóhan sín seinasta dyst við Flensburg-Handewitt. Har hevur hann verið í trý kappingarár - samanlagt hevur kviki maðurin spælt í Bundesliguni í fimm ár.
Í viðmerkingum hevur Jóhan á Plógv Hansen staðfest, at Skanderborg AGF, sum tað nú eitur, var við í tonkunum frá byrjan, tá hann skuldi skifta felag. Hetta var nú tað heilt rætta fyri hann og familjuna.
Skanderborg AGF (SAH) varð ov stutt til at røkka DM-hálvfinalunum hetta kappingarárið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald