Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen endar helst aftur í donskum hondbólti

Sambært TV2 Sport skal 31-ára gamli høgri vongurin aftur til Skanderborg, sum hann skifti til úr Kyndli sum 16-ára gamal. Liðið hevur nú lagt saman við AGF.

Jóhan á Plógv Hansen er ein av bert fimm spælarum, sum hava verið við at vunnið fýra heimsmeistaraheiti á rað (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen er ein av bert fimm spælarum, sum hava verið við at vunnið fýra heimsmeistaraheiti á rað (Mynd: EPA)

2025-05-28 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur júst vunnið European League aðru ferð á rað við Flensburg-Handewitt. Tað hevur tó verið greitt í eina tíð, at høgri vongurin úr Havn fer at skifta felag í summar.

Leingi hevur verið óvist, hvar 31-ára gamli Jóhan á Plógv Hansen fer at skifta til, nú sáttmálin við týska stórfelagið gongur út, men nú heldur stórur danskur hondbóltsmiðil seg vita.

TV2 Sport skrivar, at Jóhan á Plógv Hansen "bert er smálutir burtur frá at vera avdúkaður sum nýggjur profilur hjá Skanderborg AGF".

Ferfaldi heimsmeistarin spældi í Skanderborg í samanlagt fimm ár: Fyrst á hondbóltsskúlanum hjá felagnum, SHEA, og síðani við Skanderborg Håndbold í bestu donsku deildini. 

Skanderborg hevur nú lagt saman við AGF, og tað er nógv, ið bendir á, at Jóhan kemur aftur. Hvørki hann ella felagið hava nakrar viðmerkingar til støðuna, men TV2.dk skrivar, at Jóhan á Plógv møguliga verður kunngjørdur í næstu viku.

Eftir tíðina í Skanderborg spældi føroyski vongurin fimm ár í  Bjerringbro-Silkeborg. Sìðani 2020 hevur maðurin við yvir 100 landsdystum fyri Danmark spælt fimm ár í Bundesliguni. Fyrst í Hannover-Burgdorf (tvey ár) og síðani 2022 í stórfelagnum Flensburg-Handewitt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder